Betrideildarhópurin hjá AB fyri 2023 nærkast sínum endaliga skapi. Hetta skrivaði Argja Bóltfelag á heimasíðu sínari í gjár, í samband við at Jacob Gottberg úr Finnlandi varð kunngjørdur sum nýggjur í felagnum.
Talan er um 20-ára gamlan vinstrabeintan vong, sum hevur spælt yvir 30 dystir í næstbestu finsku deildini. Seinnu hálvu av 2021 royndi Jacob Gottberg seg eisini í svenskum fótbólti.
Tað at hann kemur inn í hópin nú, hongur saman við at AB hevur mist onkrar av álopskendu leikarunum frá 2023, og at danski profilurin Marius Kryger Lindh, ið bert spældi tveir dystir í seinasta triðingi í fjør, framhaldandi er darvaður av skaða
- Við frágongdini í vetur og skaðastøðuni hjá Mariusi Kryger Lindh í huga hevur tað verið eitt ynski hjá venjara okkara, Henrik Larsen, at fáa ein nýggjan vongspælara til hópin, og hesin styrkurin er nú funnin í Jacobi Gottberg, skrivar ab.fo.
- Til tíðir vísti Jacob glottar við sínum kvikleika og góða vinstra beini. Talan er um ein spælara, sum avgjørt ikki er bangin fyri at bjóða av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald