Fótbóltur

AB skrivar undir við tveir royndar harrar

Jobin Drangastein og Mikkjal T. Hentze spæla við besta mansliðnum hjá AB hetta kappingarárið.

Jobin Drangastein, Sámal Erik Hentze (høvuðsvenjari) og Mikkjal T. Hentze (Mynd: AB)

Jobin Drangastein, Sámal Erik Hentze (høvuðsvenjari) og Mikkjal T. Hentze (Mynd: AB)

2022-01-24 15:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

AB kunngerð í dag, at tveir av teirra royndu leikarum, Jobin Drangastein og Mikkjal T. Hentze, finna gaggurnar fram aftur og verða við í Betrideildarhópinum í 2022.

- Báðir hava verið við til at myndað okkara besta manslið í nógv ár, áðrenn teir góvust á besta liðnum við kappingarenda í 2019. Í 2020 spældu báðir nakrar heilt fáar dystir, tá tað stóð á við fólki, men í ár hava báðir játtað seg til at spæla alt kappingarárið 2022 saman við okkum, skrivar AB.

Jobin Drangastein er 31 ára gamal og uppvaksin í AB. Við sínum 252 dystum fyri besta mansliðið er tekniski miðvallarin við góða spælskilinum tann leikarin, sum í søgu felagsins hevur spælt næstflestar dystir fyri AB.

Mikkjal T. Hentze er 35 ára gamal, ættaður úr Skálavík og uppvaksin í B71. Síðani 2012, tá hann fyrstu ferð kom út á Argir, hevur hann spælt heili 172 dystir fyri besta mansliðið, sum merkir, at hann er tann leikarin við fimtflestum dystum fyri AB. Mikkjal er kendur sum drúgvur og arbeiðssamur miðvallari, men seinnu árini hevur hann eisini verið at sæð í verjuni.

Felagið boðar frá, at seinni í dag kemur enn ein avdúking.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder