Fótbóltur

Adeshina Lawal verður verandi í Víkingi

Víkingur og 34-ára gamli áleyparin hava longt samstarvið.

Adeshina Lawal, her í dysti móti AB, hevur skrivað undir ein nýggjan sáttmála við Víking
(Mynd: Sverri Egholm)

Adeshina Lawal, her í dysti móti AB, hevur skrivað undir ein nýggjan sáttmála við Víking (Mynd: Sverri Egholm)

2018-10-24 14:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur ikki verið nakað væleydnað kappingarár hjá Víkingi. Tað er óvist enn, hvør verður venjari hjá felagnum komandi ár, og hvussu hópurin fer at síggja út. 

Í gjár kunngjørdi Vìkingur, at ein brikkur er komin uppá pláss. Adeshina Lawal heldur fra, eftir at partarnir hava gjørt ein eitt-ára sáttmála.

Áleyparin úr Nigeria kom úr ÍF undan kappingarbyrjan í fjør, og hann gjørdist toppskjútti í Betri-deildini við 17 málum. Adeshina Lawal skoraði eisini tvey mál í Champions League. Í ár hevur ikki hilnast heilt so væl; úrtøkan hjá Lawal er 8 mál í 26 dystum. 

Nú 34-ára gamli leikarin kom til landið í 2013. Hann umboðaði fyrst B36 í tvey ár, har hann í 2014 var ein týðanid partur av meistaraliðnum.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder