
Fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið í Danmark eru í gongd, og seinnapartin í gjár spældu Adrian Justinusen og Hillerød venjingardyst móti FCK.
Hetta var dagin eftir, at Mattias Lamhauge og Fredericia spældu 1-1 javnleik á sama vølli - móti øðrum spælarum hjá FCK.
Í gjár var tað liðið úr næstbestu donsku deildini, sum skoraði einasta málið - og tað var føroyingurin á vøllinum á Frederiksberg, sum skoraði hetta.
Talan var um eitt frálíkt fríspark stutt uttanfyri brotsteigin, nakað til høgru. FCK-málverjin rakk ikki eftir bóltinum, sum nærum fór umvegis yvirleggjaran í málið.
Málið sást einaferð á "Instagram-story" hjá Hillerød Fodbold, men tað er tíverri ikki eydnast at fáa fatur á tí.
Ógvuliga gott hjá Adriani at fáa so stutt áðrenn kappingarárið: Hillerød spælir seinasta venjingardystin leygardagin í Helsingborg. Leygardagin 19. juni verður gongd sett á Nordic Bet deildina, tá uppflytararnir úr Middelfart vitja - hesaferð er heimavøllurin í Helsingør.
Í dag varð tað endaliga kunngjørt, at Poul Kallsberg skjótt verður liðfelagi við Adrian Rúnason Justinussen.
Sí eisini: Endaliga váttað: Poul Kallsberg skal til Hillerød
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald