
Tað hevur verið frammi fyri stuttari tíð síðani, og nú er tað endaliga almannakunngjørt.
- Tað er við stoltleika og sorgblídni, at vit enn einaferð kunnu kunngera, at vit hava selt ein av okkara leikarum til útlandið. Poul Kallsberg, sum kom til okkara frá Skála ÍF til kappingarbyrjan í 2023, verður nú seldur til Hillerød í næstbestu deildini í Danmark (...) Víkingur ynskir ikki at standa í vegin, tá ið leikarar ynskja at royna seg uttanlands, men tað er eingin loyna, at tað verður ein stórur missur, nú Poul fer.
Hetta skrivar Víkingur á Facebook-síðu sínari í dag - samstundis sum Hillerød Fodbold Elite ber somu tíðindi. Á hfelite.dk verður eisini avdúkað, at Poul Kallsberg hevur skrivað undir trý-ára sáttmála við felagið. Tað vil siga, at avtalan er galdandi til summarið 2028. Eisini verður gjørt greitt, at Poul fer at spæla við 10-talinum á rygginum í Hillerød.
Tað er eingin ivi um, at tað verður trúð nógv uppá 22-ára gamla strandingin í norðara parti av Sælandi. Heimasíðan vísir á, at Poul Kallsberg hevur fingið sín fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar - og at hann hevur ógvuliga spennandi evni, umframt tøl at vísa á.
- Poul er kanska tað størsta álopskenda talentið í Føroyum. Hann hevði ein lyklaleiklut í meistaraheitinum hjá Víkingi í fjør, har hann var beinleiðis íblandaður í 22 mál í 22 dystum: Teknikkur, yvirblikk, "output" og hart arbeiði. Hetta eru dygdir, sum vit virða høgt í Hillerød, og tað er júst tað, sum Poul tekur við sær, staðfestir Jackie Rasmussen, stjóri í Hillerød.
Poul Kallsberg sæst her undir "Tú alfagra land mítt" í Georgia í juni, tá hann á fyrsta sinni spældi A-landsdyst. Poul er næstur til vinstru í røðini - tvey pláss longuri yvir er fyrrverandi Hillerød-spælarin Daniel Johansen (Mynd: Sverri Egholm)
Í Hillerød verður Poul Kallsberg liðfelagi við Adrian Rúnason Justinussen, sum hevur spælt í felagnum í eitt og eit hálvt ár. Adrian skoraði einsamalla málið í venjingardysti móti FCK í gjár - við frálíkum frísparki.
Poul Kallsberg skiftir til næstbestu donsku deildini, eftir at evropeisku dystirnir hjá Víkingi eru av. Tað er í fyrsta lagi 12. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald