Fótbóltur

Kallsberg til Hillerød

Fer helst at spæla fyrsta umfar av Champions League við Víkingi áðrenn hann flytir til danskan fótbólt.

Poul Kallsberg í evropeiskum dysti fyri Víking móti FK Liepaja úr Lettlandi í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Poul Kallsberg í evropeiskum dysti fyri Víking móti FK Liepaja úr Lettlandi í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-06-30 14:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska fótbóltsfelagið, Hillerød Fodbold Elite, sum júst hevur mist Daniel Johansen til KÍ, fær nú ein nýggjan føroying í hópin.

Talan er um heitasta navnið í føroysku kappingini í løtuni, Poul Kallsberg í Víkingi.

Heimasíðan bolt.fo visti í gjárkvøldið at siga, at strandingurin hjá Víkingi hevur gjørt sáttmála við Hillerød Fodbold, sum frammanundan hevur sáttmála við Adrian Justinussen.

Júst nær Poul Kallsberg byrjar í Hillerød er óvist, tí hann væntast at vera við Víkingi í øllum føri í fyrsta umfari av Champions Leauge áðrenn hann flytir til danskan fótbólt, skrivar bolt.fo.

Síðan Poul Kallsberg fyri tveimum árum síðani kom til Víking úr Skála ÍF, hevur hann skorað 23 mál fyri Víking í Betri deildini, harav 6 mál í ár.

Poul Kallsberg fekk sín fyrsta og higartil einasta dyst á landsliðnum í venjingardystinum í Georgia 5. juni. 

[object Object]Poul Kallsberg í venjing við landsliðnum fyrr í ár (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder