Liðið hjá teimum báðum føroyingunum, Adrian R. Justinussen og Daniel Johansen, spældi heimadyst móti HB Køge í gjár. Tað er í næstbestu donsku deildini, ið kallast NordicBet Ligaen, at teir búleikast til dagligt.
Longu eftir níggju minuttir, legði Adrian Justinussen heimaliðið á odda. Tveir minuttir seinni økti amerikanska leikarin, Monday Etim, til 2-0 til heimaliðið í Hillerød.
Tað tók útiliðnum, HB Køge, ein góðan hálvan tíma at svara aftur. Danski miðvallarin, Mike Jensen, gjørdist tvífaldur málskjútti fyri gestirnar. Hann skoraði í ávikavist 42. og 48. minutti.
Tá ein góður tími var spældur og meir ró var komið á spælið hjá heimaliðnum, skoraði 20 ára gamli Solomon Opoku til 3-2, eftir framúr upplegg frá Marinus Due Grandt.
Adrian Justinussen staðfesti 4-2 sigurin, tá hann hegnisliga setti bóltin í netið í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.
Daniel Johansen var ikki innskiftur og sat sostatt á bonkinum allan dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald