Fótbóltur

Adrian Rúnasson Justinussen: Hugsa ikki meira um 2018

Ársins leikari í fjør sigur, at hann og liðið hava vant harðari enn í fjør og síggja fram til kappingarárið; millum annað nýggju avbjóðingina í Evropa.

Adrian Justinussen og HB skulu royna at halda avbjóðarunum burtur í ár, og sambært stjørnuskotinum hevur hansara lið arbeitt gróthart og hevur greitt fokus
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Adrian Justinussen og HB skulu royna at halda avbjóðarunum burtur í ár, og sambært stjørnuskotinum hevur hansara lið arbeitt gróthart og hevur greitt fokus (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-26 19:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

10. mars fer Betrideildin hjá monnum í gongd. Stórur spenningur er undan kappingarárinum, og komandi dagarnar fara vit á Portalinum at hava upptaktir við umboðum frá øllum feløgunum.

Í fjør setti HB met. Stórfelagið fór frá tveimum 5. plássum á rað og at hava umleið 40 stig til at vinna FM í stórum stíli við heili 73 stigum. Við Heimiri Guðjónssyni á odda skúgvaði HB alla mótstøðu til viks og misti bert stig í trimum útav 27 dystum.

Ein av lyklaleikarunum hjá føroyameistarunum í fjør var Adrian Rúnason Justinussen. Ungi kantspælarin sigur, at fokus hevur verið á at arbeitt harðari, at 2018 er fortíð, og at eitt nýtt ár við nýggjum avbjóðingum er fyri framman:  

- Àrið i fjør er farið. Tað sum vit hava gjørt i vetur er, at vit hava vant harðari. Vit hava fyrreika okkum so væl sum gjørligt, og vit eru sera spentir uppá at byrja kappingárið 2019. Tað er altíð stuttligt at vera við í Evropa, og tað eru vit sera spentir uppá.

20-ára gamli Adrian Justinussen hevði eitt framúr kappingarár í fjør. Hann gjørdist toppskjútti í Betrideildini við 20 málum, og hann skoraði fýra ferðir í steypakappingini. Adrian varð valdur til ársins unga leikara og ársins leikara, men nú er hansara tankagongd greið: 

- Eg hugsi ikki meira um árið í fjør; eg hugsi bara um 2019. Eg havi vant miðvíst síðan novembur, og eg havi vant harðari nú enn í fjør.

Til spurningin um hvat eitt gott kappingarár hjá HB er í 2019, svarar Adrian stutt og greitt: 

- Vit vilja vera kappingarførir og vilja vera við í oddnum.


Hòpurin hjá HB hevur síðani fríggjadagin verið í Antalya í Turkalandi á venjignarlegu. Adrian letur sera væl at: 

- Umstøðurnar eru sera góðar. Vallirnir sum vit hava vant á, hava verið góðir, og hetta er ein góður máti at venja nógv taktisk ting á vøllinum uppá. Vit hava vant tvær ferðir um dagin, og har er komið nógv burturúr. Vit búgva væl, og gistingarhúsið hevur nógva at bjóða; sum t.d. svimjihyl sauna og spa, sum vit eisini hava brukt nógv. Maturin er frálíkur; her er alt i millum himmal og jørð at velja i millum.

Viðvíkjandi veðrinum, sigur Adrian at fyriuttan fyrstu dagrnar, hevur tað verið yvirskíggja. Talan hevur verið um gott veður at venja fótbólt í. HB spældi venjingardyst í dag, har føroyameistararnir taptu 1-0. Mótstøðuliðið var FC Kyzylzhar úr Kasakhstan. Í morgin gongur leiðin hjá HB heimaftur.  

Hagtøl: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder