Fyrstaliðið hjá Ægir fór sunnudagin til Saint-Dizier í Fraklandi at venja og kappast, sum liður í fyrireikingini fram ímóti millum annað FM á stuttgeil 2018. Liðið verður í Fraklandi til 22. oktober.
Teir 11 svimjararnir frá Ægir, eru Signhild Joensen (2000), Barbara Debes (2000), Sólvá A. Sigurðsson (2002), Rebekka Trygvadóttir (2004), Mirja Sólstein (2003), Jonna Joensen (2005), Sofía Toftegaard (2006), Rókur Trygvason (2000), Martin V. Sivertsen (2002), Denis Thomsen (2000) og Natanael A. Matras (2002). Við teimum er Juan Jaime Arroyo Toledo, høvuðsvenjari hjá Ægir, umframt trý foreldur sum ferðaleiðarar.
Tey venja har í St. Dizier nú í vikuni, og luttaka síðani í vikuskiftinum á 27ème Meeting International de Natation, har í sama býi, sum er einar 3 tímar at koyra, eystur úr París, skrivar svimjing.com.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald