Hondbóltur

Ævintýrið hjá 04- og 05-árganginum er av

Føroysku U20-menninir vóru væl við fyri steðgin móti sponsku stórfavorittunum, men tað endaði 30-36. Harvið enda Føroyar sum trý'ar men sleppa, vegna løgna kappingarskipan, ikki at spæla um HM-pláss til næsta ár.

Føroysku U20-menninir hava ikki spælt nakað vánaligt bólkaspæl, men nakrar løtur hava kostað, og samanlagt var kappingarskipanin ikki til føroyskan fyrimuns (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)

Føroysku U20-menninir hava ikki spælt nakað vánaligt bólkaspæl, men nakrar løtur hava kostað, og samanlagt var kappingarskipanin ikki til føroyskan fyrimuns (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)

2024-07-13 17:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Teir spældu ikki altjóða skrásettar dystir fyrrenn 2022, tí koronustøðan legði meinbogar í vegin viðvíkjandi millum annað Partille Cup. 04- og 05-árgangirnir hjá Føroyum sluppu tó veruliga at royna seg í EM-endaspælinum fyri U18-lið í Montenegro fyri 23 mánaðum síðani.

Tað eydnaðist at vinna á vertunum, á Serbia, Íslandi og størst av øllum: Á Fraklandi. Óli Mittún gjørdist mest virðismikli spælari í allari kappingini og toppskjútti við heili 80 málum.

Føroyar endaðu á 9. plássi og árið eftir endaði tað við 8. plássi í U19 HM-endaspælinum í Kroatia. Føroyar vunnu á millum annað Týsklandi og Spania og vóru sekund frá HM-hálvfinaluni. 

Nú tykjast seinastu dystirnir av veruligum týdningini hjá hesum árgangunum í ungdómshondbólti at vera spældir. Tað snýr seg sjálvandi - eins og í áttandapartsfinaluni móti Egyptalandi í fjør - um nøkur ting, ið Føroyar ikki avgreiddu nóg væl. Men í hesum førinum snýr tað seg eisini um eina keðiliga kappingarskipan, ið partvíst gevur órættvísa mynd.

[object Object]
Eftir minniliga sigurin á Fraklandi í bólkaspælinum í síðsta EM-endaspælinum. Tá kundu føroyingar spæla um 9. - 16. pláss (Mynd: EHF)

[object Object]
Ísak Vedelsbøl, sum í dag spældi frálíkan dyst á strikuni, í flotta sigrinum á Týsklandi í HM-endaspælinum í fjør (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)

Stríddust væl móti stórfavorittunum

Í seinasta EM-bólkaspælsdystinum í Celje skuldu Føroyar royna at fáa stig móti sponsku evropa- og heimsmeistarunum fyri at tryggja sær pláss í play-off umfarinum til HM. Um Føroyar skuldu spæla seg víðari úr bólkinum, so kravdi tað ein sigur við minst seks málum á spanska liðnum, sum ikki hevur tapt ein almennan dyst enn.

Føroyar byrjaðu betri, og burdu helst verið á odda við 2-3 málum eftir 10 minuttir. Hóast nøkur góð álop, so blakaði Óli Mittún eisini bóltin burtur tríggjar ferðir, og samanlagt 8 tekniskar villur í føroyska spælinum í 1. hálvleiki vóru heldur nógv.

Tað gekst heilt væl at skora, tá okkara komu til skot (82 prosent í fyrra hálvleiki). Í dag gjørdist Ísak Vedelsbøl toppskjútti við 11 málum. Hann hevði eisini 11 skot, og fleiri av málunum hjá Ísaki vóru ógvuliga frek. Tað eydnaðist betri at finna sterka stirkuspælaran enn í undanfarnu dystunum. Serliga var tað Óli, ið fann Ísak væl. Óli Mittún hevur eftir tríggjar dystir í EM 32 mál. Í dag legði hann upp til 15 mál, og úrmælingurin úr Sävehof hevði seinastu ella næstseinastu hond á 15 av teimum 16 málunum hjá Føroyum fyri steðgin.

Kanska lá heldur nógv á nummar 78, ið sum nevnt átti nøkur av teknisku mistøkunum. Men føroyska spælið riggaði væl í 1. hálvleiki. Okkara løgdu trýst á spaniólar, fingu teir at fella í útvísingar, og tað reið um snarið, at Føroyar høvdu leiðsluna fleiri ferðir. Møguleiki var at javna í síðstu sekundunum, men ístaðin fóru spaniólar avstað og øktu til 18-16, ið var hálvleiksstøðan.

[object Object]
Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass

[object Object]
Óli Mittún spældi aftur framúr væl í dag. Hann er toppskjútti í EM, nú bólkaspælið endar, men dysturin móti Spania gjørdist tann seinasti ungdómslandsdysturin av veruligum týdningi hjá Óla (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)

Gjørdist ov stórur munur

Í løtum fann føroyska verjan loysnirnar, og Torstein Sivertsen kom inn og hevði nakrar stórbjaringar. Samanlagt bjargaðu hann og Aleksandar Lacok 10 skot (fimm hvør), men hetta var ikki nóg mikið til at bjóða Spania av allan vegin. Tóki Fríðriksson byrjaði fínt í miðverjuni, men fekk í 16. minutti reytt kort, tá hann rakti Petar Cikusa í andlitið, tá hesin var í gjøgnumbroti.

Tað er ógvuliga óheppið at enda í bólki saman við Spania og Fraklandi, tá man er styrkismettur sum nummar tvey. Føroyar høvdu eisini sloppið undan at spælt móti Petar Cikusa úr Barcelona. Hann skal tó ikki til OL kortini, og hóast Cikusa brendi nakað í dag, so var hann týdningarmikil í spanska spælinum. Tað var effektivt, og Føroyar fingu ikki tamarhald á Victor Romero á strikuni (skoraði 7 av 7).

Fyrstu løtuna av 2. hálvleiki raktu okkara yvirleggjaran tvær ferðir, onkrar marginaldømingar vóru ímóti, og Spania fór frá. Munurin gjørdist ongantíð heilt lítil aftur, hóast føroyingarnir stríddust flott. Tað endaði 36-30.

Keðilig kappingarskipan kostar

Føroyar vóru samanlagt millum fýra teir bestu trý'ararnar (vegna sigurin á Sveis og lutfalsliga tøttu dystirnar móti Spania og Fraklandi) Okkara høvdu, eins og millum annað Rumenia og Italia, tvey stig, men betri málúrtøku enn tey.

Hóast hetta, vera Føroyar ikki millum teir trý'ararnir, ið sleppa at kappast um pláss til U21 HM-endaspælið næsta ár. Føroyar vóru millum 16 tey fremstu londini eftir úrslitunum í bólkaspælinum, men skulu í næsta umfari ikki stríðast um at enda í topp-16 í endaspælinum. Skil tað, tann ið skilja tað vil, men tað snýr seg meira um hvat bólkarnir eita, enn samlaða úrslitið:

Tveir trý'arar úr bólki A-C, Kroatia og Serbia, koma víðari. Tey høvdu ávíkavist eitt stig fleiri og eitt sindur betri málúrttøku enn Føroyar, ið vóru úr bólki C. Úr hinari helvtini høvdu Rumenia og Itala bæði verri málúrtøku enn Føroyar (-12 og -16 mótvegis -8) og , men av tí at Rumenia var í "røttu helvtini", so gekk tað hjá teimum.

Føroyar vóru nummar 9 til EM í 2022 og nummar 8 til HM árið eftir í hesum árganginum. Tó missa okkara ungu menn nú møguleikan at fara eftir fjórða endaspælinum orsakað av løgnari tekniskari orsøk. Føroyingar vóru í væl truplari bólki enn so at sig allir hinir trýðarnir. Tað er upp til lutakast, men tað gevur í øllum førum lítla meining, at ikki hvørt mál telur. Nú skulu føroyingar ístaðin spæla plaseringsdystir uttan nakran serligan týdning. 

[object Object]
Eins og móti Egyptalandi í fjør, so endaði hetta endaspælið við einum vónbroti - tó var hetta væl øðrvísi (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)

U20 EM-endaspæl, 3. og seinasta umfar í bólkaspælinum
Celje, Slovenia - Leygardagin 13.07
Føroyar – Spania 30-36 (16-18)

Málskjúttar hjá Føroyum:
Ísak Vedelsbøl 11
Óli Mittún 11 (4)
Helgi Poulsen 2
Roi Seyer Hjaltason 2
Niklas Gaard 1
Óla Jákup Gaard Olsen 1
Rókur Ziskason 1
Høgni Heinason 1

Bjargingar:
Aleksandar "Sasha" Lacok 5 (19%)
Torstein Sivertsen 5 (28%)

Dystargongdin:
5 min: 4-3
10 min: 6-6
15 min: 8-10
20 min: 12-12
25 min: 14-15
30 min: 16-18
35 min: 18-23
40 min: 21-26
45 min: 22-29
50 min: 24-31
55 min: 26-33
60 min: 30-36 

Útvísingar: 
Føroyar 3 - Tóki Fríðriksson fekk reytt kort eftir 16 minuttir fyri at raka spanióla í andlitið

Spania 8 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder