Í desember skrivaði Klaksvíkar Ítróttarfelag undir sáttmála við ein 25 ára gamlan nigeriskan áleypara, Abubakar Ibrahim Aliyu, sum seinast spældi við norska felagnum HamKam, og var liðfelagi hjá m.a. Odmar Færø.
Higartil hevur afrikanski áleyparin ongan dyst spælt í ár, tí tað ikki hevur borið til hjá honum at koma til Føroya orsaka av korona-støðuni.
Men nú er hann loksins komin til Klaksvíkar, skrivar Norðlýsið.
Abubakar Ibrahim Aliyu skal tó venja einsamallur hesa fyrstu tíðina, skrivar blaðið. Hann sleppur ikki at vera saman við restini av KÍ-hópinum, og verður heldur ikki við í flogfarinum, sum í morgin fer til Bern í Sveits at spæla Champions League-dyst.
Les eisini: KÍ fingið fyrrverandi landsliðsáleypara úr Nigeria
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald