2018-11-19 19:52
Hóast serfrøðingarnir sóu fram móti at fáa ein vinnara í áttanda talvinum í HM-kappingini í London í dag, so endaði eisini hetta talvið við remis – javnleiki.
Eftir serfrøðingum at døma, so var talan um eitt ógvuliga spennandi og áhugavert talv í dag. Og tað var amerikanski avbjóðarin, sum stóð í betri støðuni alt talvið.
Men norðmaðurin Magnus Carlsen vardi seg sum tann meistarin hann er, og eftir 38 leikir samdust teir um enn eitt remis.
Støðan er nú 4-4, og nú eru bert fýra talv eftir. Stendur á jøvnum eftir 12 talv, skal heimsmeistaraskapurin avgerast fyrst við kviktalvum, og - um støðan framvegis er jøvn - við snartalvum.
Níggjunda talvið verður telvað mikudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald