
29 atkvøður til tann sitandi og tríggjar til avbjóðaran. Tað var eingin spenningur, tá samanumkom í forsetavalinum millum Christian Andreasen og John Eystberg.
Harvið kann 65-ára gamli toftamaðurin fara undir sítt 16. ár sum "fótbóltsbossur" í Føroyum. Christian Andreasen er valdur fyri fýra tey næstu árini, og hann fer ikki at stilla upp aftur. Tað gjørdi forsetin greitt í stuttu takkarrøðu síðani. Í 2029 verður hann 69 ár, og aldursmarkið er 70 ár.
Sí eisini: Christian Andreasen afturvaldur sum FSF-forseti
Men hvat fer Christian Andreasen so at nýta hesa seinastu setuna til? Hetta spurdi Portalurin hann um stutt eftir valið á Hotel Hilton í dag. Svarini kunnu tit hoyra við at trýsta á pílin omanfyri.
Millum tað sum Christian Andreasen legði dent á, var at stabilisera felagsskapin og umskipa umsitingina hjá Fótbóltssambandinum nakað. Hetta arbeiðið er farið eitt sindur í gongd, við tað at fyrisitingin nú er í fýra pørtum:
- Marknaðarføring og samskifti
- Fyrisiting og landslið
- Kappingar og dómarar
- Fótbóltur og menning
Nýggjur kappingarleistur var serliga uppi at venda veturin 2023-2024, men uppskotið varð vrakað áðrenn aðalfundin í fjør. Forsetin tykiskt vilja hyggja eftir hesum aftur.
Hann nevnir eisini fótbóltshøll, ið framvegis ikki er komin. Hetta var serliga í sambandi við, at leikaramenning skal meira á breddan. FSF skal vera sterkari á hesum økinum.
- Vit hava kanna tað eitt sindur, og tað vísir seg, at í londunum rundanum okkum venja spælarar, og serliga heilt góðu spælararnir, nakað meira enn í Føroyum. Vit skulu styrkja okkara leikaramenning og tilboð til teir mest evnaríku spælararnar, so vit ikki verða verandi aftanfyri.
Hoyr alla samrøðuna í teiginum áðrenn tekstinum
Christian Fríðbjartur Andreasen hevur verið FSF-forseti síðani 2010.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald