Hondbóltur

Agatha Djurhuus skal royna seg á Akureyri

19-ára gamla evnaríka vágskvinnan hevur gjørt tvey-ára sáttmála við KA/Þór, sum spælir í bestu íslendsku deildini. Strikuspælarin hevur U-landsliðsroyndir, og Agatha Kjærbek Djurhuus hevur eisini verið kring A-landsliðið.

Agatha Kjærbek Djurhuus til A-landsliðsvenjing í Hoyvík í mars (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Agatha Kjærbek Djurhuus til A-landsliðsvenjing í Hoyvík í mars (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-04-15 06:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hon hevur havt eitt gott kappingarár í VB og vandi við A-landsliðnum í mars. Nú er greitt, at Agatha Kjærbek Djurhuus tekur næsta fetið á hondbóltsleiðini.

- KA/Þór hevur fingið góðan styrk til næsta kappingarár. Talan er um føroyska Agatha Kjærbek Djurhuus, sum hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála við felagið.

Hetta skrivaði KA/Þór á heimasíðu sínari í gjárkvøldið.

Í felagnum av Akureyri, sum er samstarv millum Þór og KA og sum endaði á 6. plássið í grundspælinum, fegnast man um at fáa avtalu við spenanndi føroyska strikuspælaran.

Nógvir føroyingar hava spælt við KA: Millum annað Áki Egilsnes, Nicholas Satchwell  og Allan Norðberg.

Sum ka.is skrivar, hevur Agatha Djurhuus bert umboðað VB í felagshøpi. Tað er ikki greitt, hvussu støðan verður hjá VB næsta kappingar, men enn ein føroyskur spælari fer útum landoddarnar.

[object Object]Agatha í EM-endaspælinum fyri U19-kvinnur síðsta sumamr (Mynd: Kolektiff)

[object Object]Við skoti til venjing við Tjarnir í mars, har Agatha var partur av A-landsliðshópinum nakrar dagar (Mynd: Sverri Egholm)

Agatha er 19-ára gomul í løtuni og partur av 06-árganginum. Har hevur strikuspælarin og miðverjin gjørt vart við seg - millum annað í EM-endaspælið í fjør.

Vágbingurin vandi við A-landsliðnum í sambandi við heimadystin móti Portugal í mars. Tá var Pernille Branedenborg heldur ivasom vegna trupulleikar í økslini.

Nú er Bjarta Johansen givin á A-landsliðnum, og harvið verður ein nýggur strikuspælari eftir øllum at døma við næstu ferðir.

Video: - Deildigt at enda tá landsiðið ikki hevur verið í betri støðu áður

Tað er nú staðfest, at Agatha Kjærbek Djurhuus eftir summarferiuna fer at royna hondbóltseydnuna í hægri stigi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder