Hondbóltur

Bjarta: - Deiligt at enda tá landsliðið ikki hevur verið í betri støðu áður

Ikki tann besti dysturin at enda við, staðfestir Bjarta Johansen, men hetta landsliðið og øll rundanum eru nakað serligt, sigur strikuspælarin eftir sín seinasta landsdyst.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-04-12 19:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Podgorica, Montenegro (Portalurin): Vit hittu Bjartu Johansen eftir "seinasta dans hennara" við landsliðnum - uttanfyri dystarhøllini.

Har setti hon orð á ferðina. Hon er serliga glað fyri seinastu trý árini og øll fólkini á og kring føroyska landsliðið.

Hoyr samrøðu við Bjartu, sum náddi 57 A-landsdystir (næstflest), ovast

Undankapping til EM 2026
6. og seinasta umfar, sunnudagin 12. apríl
Montenegro - Føroyar 31-26 (22-14)

Toppkjútti : Lív Sveinbjørsdóttir Poulsen 6 mál

Sí fleiri hagtøl her

Føroyar fara víðari sum tvey'ari í bólkinum - tað er besta undankapping í søguni hjá liðnum, sum millum annað vann tvær ferðir á Íslandi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder