Fótbóltur

Agüero má gevast við at spæla bólt

Hjartatrupulleikar forða fyri at stjørnuáleyparin kann halda fram.

Sergio Agüero hevði grupult við at halda tárunum aftur á tíðindafundinum í dag (Mynd: EPA)

Sergio Agüero hevði grupult við at halda tárunum aftur á tíðindafundinum í dag (Mynd: EPA)

2021-12-15 15:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stjørnuáleyparin hjá FC Barcelona, argentinarin Sergio Agüero, hevur hjartatrupulleikar, og støðgar nú við at spæla fótbólt.

Tað segði hann á tíðindafundi á Camp Nou í dag. Spælarin var týðuliga rørdur av støðuni.

Fleiri liðfelagar vóru til staðar á heimavøllinum hjá Barcelona, og eisini forsetin í felagnum, Joan Laporta, sum royndi at ugga Agüero.

[object Object]Juan Laporta, sat undir liðini á Agüero á fundinum (Mynd: EPA)

Eisini Pep Guardiola, ið var venjari hjá Agüero undir hansara bestu tíð í Manchester City, var til staðar til tíðindafundin.

- Eg havi gjørt av at støðga við at spæla fótbólt professionelt. Hetta er ein ógvuliga trupul løta. Eg havi tikið avgerðina orsaka av míni heilsu, og trupulleikanum, sum tók seg upp fyri hálvumøðrum mánaði síðani, segði Sergio Agüero.

Argentinarin bað um at verða skiftur út í einum dysti móti Alaves síðst í oktober, tí hann hevði pínu í bróstinum og trupulleikar við andadráttinum.

[object Object]Pep Guardiola var eisini til staðar at stuðla Agüero (Mynd: EPA)

Sergio Agüero kom til Evropa at spæla í 2006, tá hann fekk sáttmála við spanska felagið Atlético Madrid. Í 2011 fór hann til Manchester City, har hann spældi 275 dystir og skjeyt 184 mál. Í ár skifti hann til Barcelona, har hann bert náddi at spæla fýra dystir og skjóta eitt mál.

Hann hevur spælt 101 landsdystir og skotið 41 mál fyri argentinska landsliðið. 

EPA-myndir úr myndasavninum:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder