Fótbóltur

Ajax er víðari til áttandapartsfinalurnar

Fyri fyrstu ferð síðani 2002-2003 skal hollendska stórfelagið spæla knock-out í Champions League. Seks dystir byrja um eina løtu,.

Ajax-leikararnir fegnast í Athen 
(Mynd: EPA)

Ajax-leikararnir fegnast í Athen (Mynd: EPA)

2018-11-27 19:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Næstseinasta umfar í bólkaspælinum í Champions League er farið í gongd.

Í bólki E og bólki G eru dystir júst lidnir. Í bólki E legði Ajax seg á odda við sigri í Athen. Sigurin hevur við sær, at Ajax hevur tryggjað sær víðari luttøku. Hetta er fyrstu ferð í 15 ár.

Tað var málleyst til miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá Livaja hjá AEK tók hondina sum hjálp í egnum brotsteigi; Ajax fekk brotsspark og Livaja sítt seinna gula kort. Dusan Tadic var tryggur úr ellivu metrum og serbin skoraði aftur fýra minuttir seinni. Hetta var sætta málið hjá Tadic í Champions League. Harvið var dysturin lukkaður, og Ajax koyrdi ein umráðandi sigur heim.

Í Moskva kom heimaliðið á odda tíðliga, men við tveimum málum í 2. hálvleiki vendi Plzen dystinum á høvdið. Úrslitið hevur við sær, at CSKA Moskva ikki hevur møguleika at koma víðari nú. Tað merkir eisini, at Roma og Real Madrid eru víðari úr bólki G, og spæla so at siga um fyrstaplássið í Rom í kvøld.   

Nú klokkan 20.00 byrja seks dystir. Bayern, Manchester City, Lyon, Juventus og Manchester United kunnu øll vera víðari, tá kvøldið er liðugt.  

Bólkur E
Ajax 11
Bayern 10
Benfica 4
AEK Athen 0

AEK - Ajax 0-2 (0-0)
20.00: Bayern - Benfica

Bólkur F
Manchester City 9
Lyon 6
Hoffenheim 3
Shakhtar 2

20.00: Lyon - Manchester City
           Hoffenheim - Shakhtar 

Bólkur G:
AS Roma 9
Real Madrid 9
CSKA Moskva 4
Viktoria Plzen 4

CSKA Moskva - Plzen 1-2 (1-0)
Roma - Real Madrid 

Bólkur H: 
Juventus 9
Manchester United 7
Valencia 5
Young Boys 1

20.00: Juventus - Valencia 
          Manchester United - Young Boys 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder