Felagið hevur verið í hálvfinaluni átta ár í rað. Fýra útav seinastu fimm árini hevur Real Madrid vunnið finaluna í Champions League, og trý ár rað hevur suverent mest vinnandi liðið í kappingini ígjøgnum søguna lyft steypið við stóru oyrunum. Soleiðis verður ikki ikki í ár; Real Madrid varð í kvøld eyðmýkt av Ajax, ið vísti umstillingsfótbólt á høgum støði í spanska høvuðsstaðnum.
Eftir 2-1 í Amsterdam sá tað ógvuliga gott hjá meistarunum undan uppgerðini í kvøld. Liðið var tó uttan Sergio Ramos, ið fekk sær eitt gult kort, so hann hevði leikbann til í kvøld. Ajax vísti góðar taktir á heimavølli, og hollendska liðið byrjaði eisini ógvuliga væl í kvøld. Í 7. minutti var tað eyðsýndi Ziyech, ið legði Ajax á odda. Stórar tíggju minuttir seinni vann útiliðið bóltin, gjørdi skjótt av og eftir góða avlering inn um verjuna til Neres frá Tadic og eina kalda avslutning var 2-0. Við hesum stóð Ajax til at koma víðari, og tað loypti hvøkk á Bernabeu. Vinicius Junior og Lucas Vazquez noyddust eisini út við skaðum við stuttum millumbili.
Heimaliðið hevði ein stóran møguleika beinanvegin í dystinum, tá Varane rakti tvørtræðið, og stutt fyri fyri hálvleik rakti innskifti Bale stongina. Real helt fram í 2. hálvleiki, men Ajax hótti hinvegin, og tað bylgjaði aftur og fram. Beint eftir tíman vann útiliðið bóltin, og so lupu teir á við ferð og kvaliteti, og toppskjúttin hjá Ajax í Champions League, Dusan Tadic, sum var í hopla í kvøld, smekkaði bóltin uppundir nettakið. Tað gekk tó ein løta, til málið var endaliga viðurkent, tí tað varð hugt í VAR-rúminum um bólturin var uttanfyri, tá Ajax van bóltin í takkling.
Nú skuldi Real svara aftur, og innskifti Asencio, ið eisini skoraði í Amsterdam, minkaði um munin, tá tjúgu minuttir vóru eftir. Danski Lasse Schöne sløkti tó alla vón tveir minuttir seinni við frálíkum frísparksmálið.
Í seinastu viku sló Barcelona Real Madrid út úr Copa Del Rey, og tríggjar dagar seinni vann katalanska liðið aftur á Bernabeu, og koyrdi harvið Real út av dystinum um meistaraheitið. Hetta var fjórði ósigurin á rað hjá Real, og Solari rýkur helst skjótt, og liðið er ikki komið heilt fyri seg, síðani Zidane og Ronaldo fóru úr felagnum seinasta summar. Ajax-leikararnir kundu stórfegnast eftir seinasta bríksl, og spennandi liðið verður at síggja í fjórðingsfinaluni.
(Mynd: EPA)
Tað verður Tottenham eisini. Eftir tríggjar dystir á rað uttan sigur í Premier League reistist liðið í Týsklandi og vann fyri fjórðu ferð á rað á Dortmund. Týska liðið var annars greitt omaná hvat spæli og málmøguleikum viðvíkur, og teir í gulum, væl bakkaðir upp av fralíku heimaáskoðarunum, sum fingu lagt trýst á frá byrjan.
Dortmund jakstraði í minsta lagi trý mál, men útiliðið fekk einasta málið eftir steðgin. Tað skoraði Harry Kane tríggar minuttir inn í 2. hálvleik, tá hann varð púra tryggur einsamallur við málverjunanum. Luftin fór úr ballónini hjá heimaliðnum, og Tottenham er í fjórðingsfinaluni á fyrsta sinni síðani 2011.
Dortmund Tottenham 0-1 (0-4 samanlagt)
Real Madrid 1-4 Ajax (3-5 samanlagt)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald