Fótbóltur

Ajax viðhaldsfólk álopin við eldi

11 viðhaldsfólk vórðu særd áðrenn Champions League dystin í gjár móti AEK Athen.

Mynd: Ritzau

Mynd: Ritzau

2018-11-28 11:51 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein stór gøla hendi í gjár áðrenn Champions League dystin millum grikska AEK Athen og niðurlendska Ajax Amsterdam.

Meðan leikararnir hitaðu upp til dystin í gjár, vóru viðhaldsfólk hjá Ajax álopin við onkrum, sum brast tá tað rakti jørðina.

Fleiri útlendskir miðlar skriva, at talan var um eina molotovfløsku. Í nøkur sekund vóru fleiri av teimum 1200 Ajax viðhaldsfólkunum umgird av ógvusligum eldi. Í dag skrivar tíðindastovan AFP, at 11 persónar fingu smærri skaðar í álopinum.

Sambært niðurlendska miðilinum De Telegraaf gjørdi løgregla og vaktarfólk einki við hendingina, fyrrenn viðhaldsfólk hjá Ajax byrjaðu at kasta lutir eftir AEK Athen viðhaldsfólkunum. Tá byrjaði løgreglan og vaktarfólk at sláa eftir viðhaldsfólkunum úr Amsterdam.

Liðskiparin hjá Ajax, Matthijs de Ligt, steðgaði við síni upphiting, og heitti á viðhaldsfólkini um at sissa seg. Hetta eydnaðist og dysturin var bríkslaður í gongd til tíðina.

Ajax vann dystin 2-0 og er víðari úr bólkaspælinum í Champions League.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder