
Í vetur heintaði HB evnaríka verjuspælaran Áka Johannesen. Hann hevur tó framvegis bert umboðað barndómsfelagið B68 í kappingardystum. Áki hevur verið darvaður av skaða í vetur.
Fyri stuttum varð funnið útav, at talan er um sonevnt sportsbrokk, sum ikki er heilt óvanligt hjá fótbóltsspælarum.
Fríggjadagin var Áki Johannesen undir skurð í Kepmannahavn. Við Portalin sigur 21-ára gamli nesmaðurin, at hetta gekk væl, og at hann væntar at fáa vant aftur sum vanligt um áleið ein mánaða.
Tað ganga helst 6-8 vikur, til Áki fær spælt dyst. Miðverjin hevur spælt fast í Betrideildini seinastu fýra árini – tá hann ikki hevur skaddur – og hevur Áki Johannesen eisini verið ofta við U21-landsliðnum.
Hin spælarin, sum skifti úr B68 til HB í vetur, hevur heldur ikki spælt kappingardyst enn. Bartal Páll Klein hevur darvaður av skaða í mjødnini seinastu vikurnar. Áleyparin er tó við at koma heilt fyri seg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald