8. umfar í Betrideildini byrjar í kvøld. Annar dysturin er ein lykladystur í botnstríðnum - hin í oddastríðnum.
Kári á Høvdanum, ið hevur dømt fast í Betrideildini seinastu árini, hevur fingið uppgávuna at leiða dystin millum nummar tvey og fýra í Gundadali. Á Argjum dømir 25-ára gamli Aron Sofus Vest sín bert triðja dyst í Betrideildini. Klaksvíkingurin dømdi eisini botndystin á Skála í 4. umfari, har AB vitjaði (1-1).
Í morgin er greitt størsta uppgerðin í Gundadali, har KÍ vitjar oddaliðið. Altjóða dómarin, Alex Troleis, skal døma dystin millum arvafíggindarnar.
8. umfar í Betrideildini
Týskvøldið 16.06:
18.00: AB - EB/Streymur - Áron Sofus Vest
19.00: B36 - NSÍ - Kári J. á Høvdanum
Mikukvøldið 17.06:
18.00: Skála - TB - Jóhan Hendrik Ellefsen
19.00: HB - KÍ - Alex Troleis
Víkingur - ÍF - Bjarki Danielsen
Støðan:
2. NSÍ (16 stig)
3. KÍ (16 stig)
4. B36 (15 stig)
5. Víkingur (11 stig)
6. ÍF (10 stig)
7. EB/Streymur (6 stig)
8. TB (2 stig)
9. AB (2 stig)
10. Skála (1 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald