Fótbóltur

Alex Troleis verður fjórði dómari til dystin millum B36 og Levadia

Talan er um eina óvanliga støðu. Bolt.fo skrivar, at orsøkin til at ársins dómari í Føroyum í verður partur av dómaratoyminum, er eitt seint avboð.

Alex Troleis dømir her dyst móri B36 og HB (Mynd: Sverri Egholm)

Alex Troleis dømir her dyst móri B36 og HB (Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-26 16:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Europa League-dystinum á Tórsvølli í morgin kunnu Jákup á Borg og hinir á B36-bonkinum samskifta við 4. dómaran á føroyskum. Á almenna yvirlitinum dystinum á uefa.com stendur Alex Troleis (FRO) sum "Fourth Official". 

Hinir tríggir dómararnir eru úr Skotlandi. At fjórði dómarin er úr Føroyum, er sambært bolt.fo, orsaka av, at eitt avboð er komið í síðstu løtu.

Støðan í ár viðvíkjandi altjóða dystum er heldur serlig, men støðan á Tórsvølli kann gera ógvuliga serlig og løgin, um Donald Robertson gerst skaddur. Í tí førinum er mannagongdin íhvussu er, at fjórði dómarin avloysir dómaran, sum so fer út á síðulinjuna at røkja uppgávuna sum fjórði dómari. 

Í hesum førinum skal sei ein dómari, ið er altjóða dómari, men sum vanliga dømir í Føroyum, leiða dystin millum eitt føroyskt lið og eitt úr Estlandi í Europa League.

Til hesa støðuna hevur UEFA helst givið serligt loyvi, og Levadia Tallinn hevur helst játtað.  

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder