Fótbóltur

Algeria og Senegal í finaluni í AFCON

Eitt Riyad Mahrez-fríspark í 95. minutti sendi norðurafrikanska landið í finaluna; hjá Senegal varð neyðugt við longdari leiktíð og einum sjálvmáli..

Mahrez gjørdist hetjan fyri Algeria - Mynd: EPA

Mahrez gjørdist hetjan fyri Algeria - Mynd: EPA

2019-07-15 08:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hálvfinalurnar í Africa Cup of Nations vórðu leiktar í gjárkvøldið.

Senegal var favorittur ímóti Tunesia, men tað skuldi nógv stríð til hjá Aliou Cisse og hansara monnum. Í einum jøvnum dysti skuldi eitt sjálvmál í 100. minutti til fyri at skilja partarnar. Bæði liðini høvdu sín møguleika at avgera dystin innan 90 minuttirnar; fyrst brendi Tunesia eitt brotsspark, tá eitt korter var eftir, og fimm minuttir seinni var tað Senegal, ið misnýtti úr ellivu metrum. 

Tað gjørdist eisini dramatiskt, tá Algeria og Nigeria hittust. Eitt sjálvmál stutt fyri hálvleik gav Algeria leiðsluna, men eitt brotsspark í 72. minutti fekk javnvág í rokniskapin. Tað sá eisini út til at fara í longda leiktíð í hesum tætta dystinum, men djúpt inni í yvirtíðini sendi Manchester City-leikarin Riyad Mahrez bóltin frálíka væl í málið við beinleiðis frísparki. Harvið er Algeria í sínari fyrstu AFCON-finalu síðani 1990.

Finalan verður leikt í Kairo fríggjadagin. 

AFCON hálvfinalur: 
15/7: 

Senegal - Tunesia 1-0 e.l.l (0-0)

Algeria - Nigeria 2-1 (1-0)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder