Fótbóltur

Allan Dybczak heldur fram í HB

HB hevur longt samstarvið við venjaran hjá besta kvinnuliðnum til og við 2020.

Allan Dybczak saman við Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen eftir at tvey-ára sáttmálin er undirskrivaður
(Mynd: hb.fo)

Allan Dybczak saman við Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen eftir at tvey-ára sáttmálin er undirskrivaður (Mynd: hb.fo)

2018-11-09 18:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder
Hann vandi fyrst HB-kvinnurnar frá 2011 til 2014. Hann hevur eisini staðið við róðrið seinastu tvey kappingarárini. Komandi ár er Allan Dybczak undir sitt sjeynda ár sum venjari hjá Betri-deildar liðnum hjá HB. 

Í gjár skrivaðu HB og Allan Dybczak undir nýgjan sáttmála. HB skrivar á heimasíðu sínari, at framgongdin hevur verið eyðsæð hesi árini, og at HB hevur flutt seg nógv tættari oddinum, síðani Allan tók við aftur.

Í fjør endaði HB á bronsuplássinum, og í ár endaði tað við silvurheiðursmerki eftir tætta FM-kapping við EBS/Skála og KÍ. HB hevur eisini verið í styepafinaluni seinastu tvey árini, har EBS/Skála hevur vunnið tættar finalur í báðum førum. HB.fo skrivar, at eingin ivi er um, hvat málsetningurin er komandi kappingarár – nú skal steyp á hillina.
 
Alllan hevur drúgvar royndir; serliga sum venjari í bestu deildini hjá kvinnum. Hann vandi kvinnurnar hjá B36 í 2007 og 2008. Í 2007 var sera nær við, at B36 vann FM, men tað endaði við einum 2. plássið. Í 2015 og 2016 vandi hann næstbesta mansliðið og U18 liðið hjá HB. 
 
Heimasíðan hjá HB boðar frá, at umframt at taka sær av bestu kvinnudeildini fer Allan Dybczak eisini at vera dómarasamskipari hjá felagnum.
 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder