Valur hevur á pappírinum tann breiðasta - og helst eisini tann besta - hópin í Íslandi. Tað er komið liðnum til gagns í heyst og vetur, tá fleiri skaðar hava verið.
Ein av teimum skøddu spælarunum var Bjarni í Selvindi. Skálamaðurin er lyklaspælari hjá Vali og hevur fyrr í vetur longt sáttmálan, so hann er galdandi til juni 2029. Hetta gjørdi 23-ára gamli skálamaðurin, meðan hann vandi upp aftur eftir skurðviðgerð í skotøkslini.
Skurðviðgerðin gekst tíbetur væl, og nú desember er, er Bjarni aftur á vølli fyri Val og er tøkur til EM-endaspælið.
Bjarni í Selvindi hevur stríðst við sína høgru øksl í ár (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyingarni hjá Vali, sum báðir eru uppvaksnir í StÍF, eru partur av EM-hópinum, og í gjár skoaðu Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg fýra mál hvør. Hetta í 31-30 sigri á Tór, sum liggur næstaftast í fremstu íslendsku deildini.
Harvið óvæntaðir trupulleikar hjá Vali, sum í løtuni er á 2. plássi. Valur og Haukar, á 1. plássi, hava bæði 22 stig fyri 14 dystir. Eitt umfar restar í áðrenn jóla- og EM-steðgin.
Afturelding er eisini væl við. Liðið við tveimum føroyingum er á 3. plássi við 19 stigum og hevur spælt ein dyst færri enn Valur og Haukar. Sveinur Olafsson hevur størri leiklut har í ár, enn hoyvíkingrin hevði í fjør.
Hallur Árason er tó skaddur, og tað er stórur partur av søguni um føroyingarnir í fremstu íslendsku mansdeildini í ár: Skaðar.
Hallur hevur als ikki spælt í ár, Jóannes Bjørgvin hjá Stjarnuni hevur sitið uttanfyri í langa tíð við skaða, og Dánjal Ragnarsson spældi ikki í eina tíð vegna vøddaskaða. Dánjal hevur tó staðið seg væl fyri Fram, tá bakspælarin hevur spælt - meistararnir hava tað tó torført í á og eru á 7. plássi við 12 stigum. Dánjal Ragnarsson og Fram spæla í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald