Hondbóltur

Hesir skulu umboða Føroyar í Oslo

Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava nú tikið endaliga EM-hópin út. 18 spælarar skulu við, og talan er um kend nøvn í landsliðshøpi.

Helgi Hildarsson Hoydal var ikki við til nakran undankappingardyst - royndi strikuspælarin var nógv skaðadarvaður tá. Hann er tann einasti í HM-hópinum, sum til dagliga spæla í Føroyum (Mynd: Sverri Egholm - úr Berlin)

Helgi Hildarsson Hoydal var ikki við til nakran undankappingardyst - royndi strikuspælarin var nógv skaðadarvaður tá. Hann er tann einasti í HM-hópinum, sum til dagliga spæla í Føroyum (Mynd: Sverri Egholm - úr Berlin)

2025-12-09 10:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er júst ein mánaði til fyrra venjingardystin undan EM-endaspælinum, og nú er endaliga greitt hvørjir spælarar skulu við flogfarinum til Oslo 14. januar.

Tað eru sum so bert skaðar næstu tíðina, ið kunnu gera, at broytingar koma. Spælararnir eru í gongd við seinastu dystirnar í sínum feløgum undan HM - í Svøríki og í Týsklandi skulu teir spæla millum jól og nýggjár, og nærum beinanvegin í 2026 savnast føroyski hópurin í Føroyum: 3. januar byrja venjingarnar við fullum hópi.

Einki veruliga óvæntað

Bjarni í Selvindi hevur verið darvaður av sínari skotøksl so at siga alt kappingarárið, men skálamaðurin hevur verið í dysti aftur fyri Val og skal í januar til sítt fyrsta endaspæl. Bjarni var "fyrsti eykamaður" til EM í 2024. Hann hevur verið við til allar undankappingardystirnar hesaferð.

Tróndur Mikkelsen er hin av teimum 18 úttiknu, sum ikki var til Golden League-fyrireikingarkappingina. Bakkurin og sterki verjuspælarin hevur verið darvaður av knæskaða síðani seinnu hálvu av oktober men skal í dyst aftur fyri Karlskrona í vikuni.

[object Object]
Bjarni í Selvindi, Óli Mittún og hinir fegnast um at 1. plássið í undankappingini er komið í hús. 9. januar spæla teir aftur við Tjarnir; talan er um EM-fyrireikingardyst móti Italia (Mynd: Sverri Egholm)

Royndi málverjin Nicholas Satchwell er langtíðarskaddur og spælir mest sannlíkt ikki aftur - Aleksandar "Sasha"  Lacok er avloysarin og skal til sítt fyrsta vaksnamannendaspæl. Í mun til EM 2024 eru Satchwell, Peter Krogh og Jónas Gunnarsson Djurhuus ikki við. Krogh er fyri stuttum byrjaður aftur eftir langtíðarskaða, hevur verið uttanfyri so at siga alt 2025, og Jónas Djurhuus hevur bert verið við til tveir venjingardystir síðani EM.

Hópurin er í stóran mun hin sami sum til teir seks dystirnar í EM-undankappingarbólkinum, sum Føroyar vunnu. Kjartan Johansen og Helgi Hildarson Hoydal vóru tó skaðadarvaðir í so at siga øllum tíðarskeiðnum, sum undankappingin var og spældu ávíkavist ógvuliga lítið og einki í undankappingini. Nú eru royndu spælararnir til reiðar: Báðir vóru við til Golden League, Kjartan hevur staðið seg væl í danska Vendsyssel í heyst/vetur, og Helgi Hoydal kemur við til EM sum tann einasti úr føroysku kappingini.

EM-hópurin, sum er kunngjørdur í dag:

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HC København (DEN) - leigaður úr HØJ Elite
Aleksandar Lacok, TSV St. Otmar Handball St. Gallen (SUI)

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, HF Karlskrona (SWE)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Óli Mittún, GOG (DEN)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (GER)
Kjartan Johansen, Elitesport Vendsyssel (DEN)
Bjarni í Selvindi, Valur (ISL)

Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, HC København (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Ribe-Esbjerg HH (DEN)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)
Helgi Hildarsson Hoydal, H71 

Av hesum 18 vera 16 leikarar við til hvønn dyst.

Hondbóltssambandið kunnar um, at føroyska liðið savnast til venjingar tann 3. januar í Havn og er saman fram til EM-endaspælið.

Føroyar spæla venjingardystir móti Italia við Tjarnir, fríggjadagin 9. januar kl. 19.00 og sunnudagin 11. januar kl. 17.00.

Mikudagin 14. jan. ferðast liðið til Oslo. Har sær leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

Fríggjadagin 16. jan kl. 19.30 Føroyar – Sveis
Sunnudagain 18. jan kl. 17.00 Montenegro – Føroyar
Týsdagin 20. jan kl. 19.30 Slovenia – Føroyar

Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki. Tey fara víðari til Malmö í Svøríki at spæla miðumfar

Dagført: 10.22

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder