Annað

Almenn móttøka fyri føroysku bogaskjúttunum í Miðvági

Vágaskot, Bogaskjótisamband Føroya og Vága kommuna bjóða mánadagin 21. juli kl. 19.00 til almennu móttøku fyri føroysku bogaskjúttunum, sum hava staðið seg sera væl á Oyggjaleikunum í Orknoyggjum..

(Mynd: Vaga.fo)

(Mynd: Vaga.fo)

2025-07-19 21:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin 21. juli klokkan 19 bjóða Vágaskot, Bogaskjótisamband Føroya og Vága kommuna bjóða til almennu móttøku fyri føroysku bogaskjúttunum, sum hava staðið seg sera væl á Oyggjaleikunum í Orknoyggjum.

Móttøkan verður í hølunum hjá Vágaskot í Miðvági, skrivar Vága kommuna.

Føroysku íðkararnir hava vunnið fleiri heiðursmerki í bæði einstaklinga- og liðkappingum, og úrslitini hava vakt ans og virðing millum hinar luttakandi oyggjarnar á Oyggjaleikunum í ár

Vága kommuna hevur bjóðað seg fram at vera vertur fyri bogaskjóting á Oyggjaleikunum í Føroyum í 2027, og fyri góðum ári síðan var altjóða oyggjaleikanevndin (IIGA) á vitjan og hugdu eftir umstøðunum, har kappingarnar í bogaskjóting eftir ætlan skulu fara fram á fótbóltsvøllinum í Miðvági.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder