Hóast B68 ikki spældi í gjárkvøldið, so var tað eitt frálíkt kvøld hjá toftamonnum. Giza Hoyvík og HB vunnu á ávíkavist NSÍ og KÍ, ið er á ávíkavist 2. og 3. plássið. Tað merkitr, at um B68 fær trý stig á útivølli móti Víkingi í dag fer silvurið út á Svangaskarð, og meira týdningarmikið; at B68 flytir upp í bestu deildini.
Tá 13 minuttr vórðu leiktir í Sarpugerði í gjárkvøldið valdi dómarin, Áron Sofus Vest at bríksla dystin av, tí at veðrið var alt ov ringt til a spæla fótbólt. Bíða varð í nakrar minuttir, áðrenn ásannað var, at tað ikki gjørdist betri, og avrátt at best var at hittast aftur á middegi í dag. Tað verður so í Leirvík, og dysturin verður tikin uppaftur við somu leikarum, og leikt verður í 77 minuttir (+ yvirtíð)
Les eisini: Enn er einki avgjørt
B68 kann nú avgera alt uttan at hugsa um onnur úrslit. Kravið er framvegis ein sigur; ein javnleikur ger at B68 kemur uppá javnt við stigum við tey næstbestu hjá NSÍ og KÍ, sum hava betri málúrtøku enn toftamenn.
B68 hevur verið í næstbestu deildini í tvey ár; nú er møguleikin har fyri at koma upp aftur í fremstu røð. Tað verður tó ein torfør uppgáva móti stríðsfúsi ungu víkingunum. Um B68 vinnur eru bæði AB og 07 Vestur flutt niður; um ikk,i so er stórur spenningur undan dystunum í seinasta umfarið í Betri-deildini, um hvør fer niður.
Dysturin í Leirvík byrjar klokkan 12.00. Á Sandi tekur B71 móti ÍF, ið fær steyp og gullkrónur handað eftir dystin.
Støðan í 1. deild:
1. ÍF (63 stig)*
2. NSÍ II (52 stig)
3. KÍ (52 stig)
4. B68 (51 stig)*
5. Víkingur II (37 stig)*
6. HB II (32 stig)
7. Skála II (32 stig)
8. B71 (28 stig)*
9. Giza Hoyvík (26 stig)
10. TB/FCS/Royn II (7 stig)
*Ein dyst færri
Dagsins dystir:
Víkingur II - B68 (12:00)
B71 - ÍF (13:00)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald