Hondbóltur

Alt glitrar í Hoyvík

Talan gjørdist um tvær greipur. Menninir byrjaðu ikki kappingarárið væl, stríddu seg síðani til steypagull, taptu fyrstu FM-finaluna og vóru skjótt aftanfyri við fýra málum í kvøld.

At H71 fekk spælarar aftur frá skaða og aftur til felagið í vetur gjørdist ógvuliga týðandi. Í kvøld kundu menninir fegnast um annað greipuárið á rað - eisini saman við kvinnunum um søguliga kappingarárið (Mynd: Sverri Egholm)

At H71 fekk spælarar aftur frá skaða og aftur til felagið í vetur gjørdist ógvuliga týðandi. Í kvøld kundu menninir fegnast um annað greipuárið á rað - eisini saman við kvinnunum um søguliga kappingarárið (Mynd: Sverri Egholm)

2023-05-17 23:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur í løtum sæð út til at gerast talan um eitt stórt kappingarár hjá VÍF. Vestmenningar hava verið á odda í grundspælinum allan vegin, vóru í hálvfinalunum í steypakappingini, vunnu fyrstu FM-finaluna, og vóru eisini greitt á odda fyrstu løtuna í fjórðu finaluni kvøld. 

Tað er tó H71, ið hevur oyðilagt gulldreymarnar hjá VÍF hetta kappingarárið. Hoyvíkingar høvdu tað heldur trupult fyri jól, men so komu Peter Krogh og Niklas Højgaard Hanusarson aftur frá skaðum, Pauli Jacobsen kom heim aftur úr Fraklandi at verja málið, og royndi Rúni Vest Højgaard kom eisini aftur av flatlondum. Nú hava teir verið við at vunnið steypafinaluna og tríggjar FM-finalur og lønt VÍF FM-ósigurin í 2021 aftur.

Spælið hevur koyrt betri, og verjuparturin og málmansspælið vóru lyklarnir í steypakappingini. Í kvøld var tað tó so at siga alt, sum haltaði fyrstu níggju minuttirnar. H71 skoraði sítt fyrsta mál eftir seks minuttir, men stutt seinni stóð 1-6 á talvuni í Hoyvíkshøllini. Útiliðið tyktiskt at vera flúgvandi. Allir slógu til, og tað gjørdi eisini mun fyri millum annað ferðina í spælinum at hava Kristoffur Bjørgvin aftur frá skaða og í bakketuni.

[object Object]
Kristoffur Bjørgvin var góður hjá VÍF at hava aftur. Her støðgar hann U-landsliðsliðfelaganum Róa Ellefsen á Skipagøtu. Dampurin fór tó av hjá vestmingum - Rói kom so líðani heilt væl inn í dystin og gjørdist javnsettur toppskjútti við fleiri heilt góðum høggum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Pauli Jacobsen kom aftur úr Fraklandi í januar. Landsliðsmálverjin hevur sum vera man gjørt stóran mun og hevði hann nógvar lyklabjargingar í kvøld - millum annað brotskastsbjarging móti Filipi Jojci (Mynd: Sverri Egholm)

Mladen og Vestmanna-verjan vóru stinn fyrstu løtuna, men spakuliga komu hoyvíkingar inn í dystin. Miðblokkurin hevði nú bygt seg upp, Pauli byrjaði at taka langskot og okkurt vongskot, og glið fekst á málskjótingina hjá Róa Ellefsen á Skipagøtu og hinum. Í 22. minutti gjørdist munurin -1, H71 javnaði við sínum fjórða málið á rað ein stóran minutt seinni (annað góða málið av vonginum), og stutt fyri hálvleik bleiv tað +1 og síðani +2 til heimaliðið, áðrenn Kristian Jensen í síðstu løtu fyri steðgin minkaði um munin av strikuni.

Tað var 7 móti 6-spælið, sum var við til at loysa upp fyri H71, og tað gjørdist eisini eitt amboð í seinna hálvleiki. Fyrstu løtuna eftir steðgin tóku Filip Jojic og Andrias Eriksen ábyrgd og løgdu VÍF á odda, men tá Pauli Jacobsen tók brotskast frá Filipi og síðani eisini returbóltin, tyktiskt útiliðið skakað. Tá var støðan 15-15. Tað bleiv 20-15, áðrenn VÍF skoraði aftur, og tað var við brotskasti 13 og ein hálvan minutt áðrenn mál nummar 15 hjá vestmenningum.

[object Object]
Petur Krogh lyftir FM-steypið í sínum síðsta dysti fyri H71 - fyribils í øllum førum Hann skal til Århus at spæla. Nummar 45 hevði skaða í vetur, men var javnsettur  toppskjútti og sum vant lyklaleikari í miðverjuni hjá H71 í kvøld. Hetta saman við Niklasi Hanusarson, ið sæst við báðum ørmunum uppfrá til vinstru á myndini (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Rúni Vest Højgaard átti eisini sín leiklut í hesum føroyameistaraheitinum. Royndi hoyvíkingurin var í Danmark, tá fyrra hálva var (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Sí fleiri myndir frá dystinum og fagnaðinum aftaná her: Myndir: Hoyvíkingar føroyameistarar 2023

Tað var ein krútsterka H71-verja, saman við Paula, ið helst var størsti lykilin hesa løtuna. Mladen var byrjaður væl eftir steðgin, men H71 fekk nøkur mál í tíðarskeiðnum. Útvísingar - tann eina dømd fyri ov nógvar spælarar á vøllinum - kostaðu eisini nakað hjá VÍF, og vegurin aftur gjørdist tungur.

Munurin gjørdist ongantíð minni enn trý mál aftur, og so kundi veitslan hjá hoyvíkingum byrja. Fyri vestmenningar er tað plástur á sárið, at fyrsta plássið í grundspælinum gevur atgongd til evropeiskan hondbólt, ið VÍF fer at royna seg í næsta kappingarár.

Les eisini: VÍF fer út aftur í Evropa
 
Hetta var annað árið á rað, at H71 vann greipuna. Tað var samanlagt ikki eins sannførandi sum í fjør, men sigurin er tó ógvuliga søtur í Hoyvík. Sjeynda FM-heitið hjá monnunum er í pottinum, og tað markar eitt søguligt avrik hjá felagnum, sum er vorðin ein hondbóltsmiðdepil í Føroyum: Øll fýra steypini í vaksnamannadeildunum eru endaði í Hoyvík í ár - bæði kvinnurnar og menninir kunnu nú fegnast um greipuna. Venjaraparið hevur verið tað sama til allar finalurnar í 2023: Simon Olsen og ungi hoyvíkingurin Djóni Gaard Joensen. Greitt er so, at at danin ikki heldur fram í felagnum - hann hevur fingið aðrar avbjóðingar í Danmark. 

Spurningurin er so, um stórveldi heldur fram. Tað fáa vit ikki svar uppá fyrrenn um eitt ár ella so, men greitt er at fyritreytirnar versnað. Umframt annan venjaran er greitt, at hjá kvinnunum flyta stóru profilarnir Jana Mittún, Maria Halsdóttir Weyhe, Lív Bentsdóttir Zachariasen og Vár Bentsdóttir Zachariasen til Danmarkar fyri at spæla hondbólt og/ella at lesa. Pauli Jacobsen og Peter Krogh skulu spæla í næstbestu donsku mansdeildini næsta kappingarár, og Rói Ellefsen á Skipagøtu skal til bestu svensku deildina. 

Seinastu árini hava víst, at aðrir spennandi, svangir og dugnaligir hondbóltsspælarar banka uppá í Hoyvík. Nógv av hesum fáa størri leiklut, og summi hava longu spælt nógv - millum annað í kvøld - og so at siga øll hava roynt at vunnið gull í vaksnamannakappingum, eins og í ungdómsdeildunum.

[object Object]
Besta kvinnuliðið og besta mansliðið saman - bæði hava vunnið greipuna í ár (Mynd: Sverri Egholm)

FM-finalurnar í Burn-deildini
Fjórða finalan - í kvøld, mikukvøldið 17. mai í Hoyvíkshøllini
H71  - VÍF 25-21 (13-12)

3-1 til H71.

Toppskjúttar: 
Rói Ellefsen á Skipagøtu og Peter Krogh 7 mál - Filip Jojic 5 mál

Sí dómaraseðil her

Dystargongdin: 
5 min: 0-3
10 min: 2-6
15 min: 5-8
20 min: 8-10
25 min: 10-11

30 min: 13-12

35 min: 14-15
40 min: 15-15
45 min: 19-15
50 min: 22-18
55 min: 23-19

Útvísingar:
 
H71: 
7
VÍF: 6

Myndir: Hoyvíkingar føroyameistarar 2023

Hinar finalurnar: 

Fyrsta finalan - leygardagin 6. mai í høllini í Vestmanna
VÍF - H71 30-26 (14-11)

Toppskjúttar: Filip Jojic 12 mál, Hallur Árason 8 mál - Bogi Hansen og Peter Krogh 7 mál

Sí dómaraseðil her

Onnur finalan - mikukvøldið 10. mai í Hoyvíkshøllini
H71 (1) - VÍF (1) 28-21 (13-8)

Toppskjúttar: 
Rói Ellefsen á Skipagøtu 10 mál, Hallur Árason 6 mál 

Sí dómaraseðilin her

Triðja finalan - leygarkvøldið 13.05 í Vestmanna
VÍF - H71 28-31 (8-14)

Toppskjúttar: Filip Jojic 10 mál, Bogi Hansen 7 mál, Rói Ellefsen á Skipagøtu 7 mál

Sí dómaraseðil her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder