Fótbóltur

Alt í einum klumpi sunnudagin

Aftur hetta umfarið verða allir dystirnir í landskappingini hjá monnum kroystir saman. Fýra av teimum byrja klokkan 15 og ein klokkan 16. NSÍ hevur flutt sín heimavøll til Eiðis, nú graslíkið verður skift í Runavík.

Dysturin millum NSÍ og B36 verður í Hólmanum á Eiði sunnudagin klokkan 15. Hetta tí, at graslíkið verður skift í Runavík (Savnsmynd)

Dysturin millum NSÍ og B36 verður í Hólmanum á Eiði sunnudagin klokkan 15. Hetta tí, at graslíkið verður skift í Runavík (Savnsmynd)

2022-08-24 13:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðsta sunnudag tá 19. umfar í Betri deildini hjá monnum varð avgreitt, vóru allir dystirnir leiktir samstundis.

Hetta hevur annars verið undantakið seinastu árini, tá dystirnir hava ligið meira spjaddir um vikuskiftið. Men aftur hetta vikuskiftið verða dystirnir leiktir samstundis.

Fýra av teimum byrja klokkan 15 og ein klokkan 16.

Í Klaksvík tekur oddaliðið KÍ móti AB, sum stríðst undan niðurflyting. EB/Streymur á fjórða plássið er á vitjan hjá HB sum jakstrar Víking á øðrum plássið. Víkingur fær vitjan av botnlinum Skála. NSÍ og B36 sum herfyri spældu javnt, hittast í Hólmanum á Eiði, tí graslíkið í Runavík verður skift.

Niðurflytingaruppgerð verður á Toftum, har B68 og 07 Vestur møtast.

20. umfar (Sunnudagin 28. august)

KÍ-AB (kl. 15)
HB-EB/Streymur (kl. 15)
Víkingur-Skála (kl. 15)
NSÍ-B36 (kl. 15)
B68-07 Vestur (kl. 16)

Støðan Betri deildin menn

1. KÍ 52 stig*
2. Víkingur 46 stig
3. HB 40 stig
4. EB/Streymur 27 tig
5. B36 26 stig*
6. NSÍ 19 stig
7. 07 Vestur 18 stig
8. B68 17 stig
9. AB 17 stig
10. Skála 8 stig

*Ein dyst færri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder