Fótbóltur

Alt uppá spæl í París og London í kvøld

PSG og Tottenham hava knívin á barkanum; spennandi dystir eru fyri framman í Champions League.

Liverpool er á vitjan hjá Neymar og PSG til sera týðandi dysti í kvøld
(Mynd: EPA)

Liverpool er á vitjan hjá Neymar og PSG til sera týðandi dysti í kvøld (Mynd: EPA)

2018-11-28 14:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Átta lið spæla í 5. umfarið í Champions League-bólkaspælinum í kvøld.

Tað er nógv uppá spæl; serliga í sera tætta bólki C og hjá Tottenham og Inter í bólki B. Um PSV tapir móti Liverpool á heimavølli, kann ríka franska felagið rýka út í kvøld. Napoli kann seta seg í eina sera góða støðu, um italienska liðið livur upp til favorittleiklutin á heimavølli móti Reyðu Stjørnu. Tottenham skal vinna heimadystin móti Inter, um enska liðið skal gera sær realistikar vónir um at koma víðari.

Í bólki A fara Atletico Madrid og Dortmund helst at spæla seg víðari í kvøld. Í bólki D kann Galatasaray gera tað spennnandi, um turkiska liðið megnar at vinna í Russlandi. Porto ella Schalke, og møguliga bæði, tryggja sær luttøku í áttandapartsfinaluni í kvøld. 

 

Bólkur A: 
Dortmund 9
Atletico Madrid 9
Club Brugge 4
Monaco 1

17.55: 
Atletico Madrid - Monaco 
20.00: Dortmund - Club Brugge          

Bólkur B:
Barcelona 10
Inter 7
Tottenham 4

PSV 1

20.00: PSV - Barcelona    
          Tottenham - Inter  

Bólkur C: 
Liverpool 6
Napoli 6
PSG 5
Reyða Stjørna 4

20.00: Napoli - Reyða Stjørna   
          PSG - Liverpool

Bólkur D:
Porto 10
Schalke 8

Galatasaray 4
Lokomotiv Moskva 0

17.55: Lokomotiv Moskva - Galatasaray
20.00Porto - Schalke  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder