StÍF: StíF og Andri K. Hansen hava gjørt avtalu um, at hann verður málmaður hjá besta mansliðnum hjá StÍF komandi kappingarár. Sostatt er Andri komin aftur til sítt barndómsfelag.
Andri hevur seinasta árið verið málmaður í Íslandi við Fjølnir, sum er í næstbestu deildini. Hann hevur staðið væl við liðnum, og manglaði lítið í hjá liði hansara at vinna pláss í bestu deild. Andri var eisini hjálparvenjari hjá barnaliðum í Fjølnir.
Andri fer umframt at verja málið hjá besta mansliðnum eisini at vera málsmansvenjari hjá StíF hjá barna- og ungdómsliðunum.
Andri er 23 ára gamal og býr á Skála. Hann hevur vant og leikt við StíF, síðan hann var smádrongur. Hann hevur fyrr verið hjálparvenjari og málmansvenjari hjá barnaliðum hjá felagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald