Fótbóltur

Andrias Edmundsson spælir fyri uppflyting seinnapartin

Um tað eydnast Wisla Plock at liva upp til favorittleiklutin klokkan 15.30, so verður 24-ára gamli toftamaðurin skjótt tann føroyingurin, ið helst spælir fast á hægsta stigi.

Andrias Edmundsson hevur havt eitt gott kappingarár í næstbestu pólsku deildini eftir skiftið - nú snýr tað seg um at taka eitt stig upp (Mynd: Sverri Egholm)

Andrias Edmundsson hevur havt eitt gott kappingarár í næstbestu pólsku deildini eftir skiftið - nú snýr tað seg um at taka eitt stig upp (Mynd: Sverri Egholm)

2025-06-01 11:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2023/2024 spældi Andrias Edmundsson við Chonjniczanka í triðbestu póslku deildini. Har kom miðverjin veruliga í gongd eftir ein drúgvan skaðasteðg, og í tíðini í felagnum, sum er torført at úttala, gjørdist sterki toftamaðurin eisini fastur á A-landsliðnum.

Síðsta summar segði hann nei til at spæla venjingrdystir fyri Føroyar, tí hann vildi vissa sær, at skifti til Wisla Plock fór ígjøgnum. Talan er um eitt væl størri felag í Póllandi, og Plock hevði ætlanir um at koma upp í bestu deildina aftur.

Tað kann gerast til bert eitt ár í næstbestu pólsku deildini, tí í dag skal Wisla Plock spæla play-off finalu. Eydnast tað at basa Legnica á heimavølli seinnapartin, so er plássið í bestu pólsku deildini.

Ekstraklasa er styrkismett í topp-15 í Evropa av fremstu deildunum, útfrá úrslitum í evropeisku kappingum. Eliteserien er styrkismett beint omanfyri - serliga vegna avrikum hjá Bodø/Glimt. Jóannes Bjartalíð er sáttmálabundin til Fredrikstad, og klaksvíkingurin átti stóran leiklut í uppflytingini - og eisini í steypagullinum í fjør. Hann hevur tó verið skaddur so at siga alt 2025, og ivamál eru nú sádd alment um, hvørt Jóannes er Fredrikstad-spælari leingi afturat. Sáttmáli hansara gongur út við ársenda.

Andrias Edmundson hevur sáttmála við Plock til og við næsta summar. Vónandi verður næsta kappingarár hjá felagnum í fremstu pólsku deildini.

24-ára gamli føroyingurin hevur verið fastur maður í miðverjuni í ár, og hann skoraði til 1-1 í play-off hálvfinaluni hóskvøldið. Harvið eigur Andrias stóran leiklut í, at Plock nú er ein dyst frá uppflyting.

Dysturin um uppflyting byrjar klokkan 15.30 í dag. Til ber at fylgja við á livesore-appum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder