Fótbóltur

Andrias gav avboð av serligari orsøk

Spælari og venjaratoymið sóu ikki støðuna eins. Tað vátta Andrias Edmundsson og Håkan Ericson fyri Portalinum. Andrias er í sáttmálasamráðingum og stúrir fyri at fáa skaða - Håkan harmast um, at miðverjin ikki er við.

Eg vil sjálvandi gjarna umboða Føroyar, men í hesum førum metti eg tað vera best, at eg ikki fór við, sigur Andrias Edmundsson (Mynd: Sverri Egholm)

Eg vil sjálvandi gjarna umboða Føroyar, men í hesum førum metti eg tað vera best, at eg ikki fór við, sigur Andrias Edmundsson (Mynd: Sverri Egholm)

2024-06-06 15:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Umleið eitt lið av spælarum er ikki tøkt vegna skaða, og síðani eru eisini fleiri avboð komin inn: Teitur Matras Gestsson skal til próvtøkur, Brandur Hendriksson Olsen hevur tørv á einum steðgi, Mattias Lamhauge og Bartal Wardum eru framhaldandi skaðadarvaðir, og Páll Klettskarð segði bara nei.

Les eisini: Bartal er darvaður av knæskaða

Håkan Ericson og toymið hava havt nógv at hugsa um í samband við Baltic Cup, sum Føroyar skulu spæla leygardagin og týsdagin. Hópurin er nú í Tallinn og fyrireikar seg - tað er millum annað eisini uttan Andrias Edmundsson.

23-ára gamli miðverjin hevur annars bitið seg fastan í føroysku miðverjuna seinasta lítla árið og skuldi venja við á sínum gamla heimavølli týsdagin. Andrias var tó ikki at síggja á Svangaskarði. Hann hevði tá givið eitt avboð, sum venjaratoymið hevði heldur ilt við at góðtaka.

Andrias greiðir Portalinum soleiðis frá: 

- Mín sáttmáli í Póllandi gongur út síðst í hesum mánaðinum. Í løtuni eri eg í samráðingum við eitt annað felag, har tað ikki vantar nógv í fyri at fáa tað síðsta uppá pláss. Talan er um ein rímiliga langan sáttmála við eitt gott felag í Póllandi. Um eg fari við landsliðnum nú og fái ein skaða, so standi eg við ongum. Tí metti eg, at tað var best, at eg ikki fór við.

Andrias Edmundsson viðurkennir, at nógvir fótbóltsspælarar hava staðið í hansara støðu áður. Teir flestu velja at spæla kortini, men 23-ára gamli toftamaðurin hevur eina skaðasøgu. 

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Eg hugsaði eisini um, at tað ikki er "fair" hjá hinum, at eg fari á vøllin og ikki orduliga eri til staðar; um eg mest hugsi um ikki at fáa ein skaða heldur enn at spæla væl

Miðverjin hevur seinasta árið spælt í triðbestu pólsku deildini. Nú er hann á veg at taka fetið upp á yrkisleiðini. 

- Eg ynski sjálvandi ikki at geva eina mynd av, at eg ikki tími landsliðið. Tað er als ikki tað, sum tað snýr seg um. Eg havi hugt eitt sindur øðrvísi uppá støðuna og eitt sindur longur út í framtíðina. Tað royndi eg at gera greitt fyri venjaratoyminum. Vit sóu ikki heilt eins uppá tað, men tað endaði við, at ein annar varð úttikin ístaðin fyri meg.

Fær ongar avleiðingar
Hetta er ikki eitt heilt vanligt avboð, sum landsliðsvenjarin hevur fingið.

- Í høvuðsheitinum skal tað verða so, at man ikki bara kann sita ein landsliðstúr yvir. Tað kunnu vera ymisk ting, sum gera seg galdandi: Skaðar, familjuviðurskifti og útbúgving. Slíkt verður góðtikið.

Portalurin hevur seinnapartin fingið orðið á Håkan Ericson. Og hava biðið hann fyrihildið seg til hesa støðuna. Sviin skilir partvíst Andrias Edmundsson.

[object Object]Håkan Ericson (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Eg skilji, at Andrias er stúrin um millum annað skaðar. Men júst í hesari støðuni, har ein sáttmáli ikki beinleiðis liggur á borðinum, og ein læknakanning ikki er tað næsta er skránni, so haldi eg, at hann kundi spælt. Man veit jú ikki, hvat kann henda, og um skiftið fer ígjøgnum. Har kunnu eisini vera onnur feløg, sum vilja hava Andrias nú og síggja hann spæla tveir landsdystir.

Tað endaði tó við, at Håkan Ericson tók ein avloysara við. Prátað varð millum partarnar, har venjarin royndi at vísa á sína støðu, men hann staðfestir, at eingin verður noyddur við landsliðnum. Håkan Ericson vil ikki tosa so nógv um møguligar avleiðingar, men hann kann staðfesta, at tað fær hetta avboðið sum útgangspunkt ikki:

- Onkuntíð kunnu spælarar mangla motivatión til landsliðið, og tá skal man sum venjari fara inn og taka avleiðingarnar. Tað síggi eg tó als ikki nøkrum av hesum seinastu avboðunum, sum ikki hava við skaðar at gera: Hjá Brandi, Teiti og nú Andriasi. Eg skal ikki stilla meg fyri framtíðarútlitini hjá spælarunum, sigur Håkan Ericson at enda.

Venjingardysturin verður spældur leygardagin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder