Fótbóltur

Bartal darvaður av knæskaða

HB-miðverjin er ein av teimum, sum hevur givið avboð til A-landsliðið. Tað er enn óvist, hvussu álvarsamur skaðin er, men Bartal Wardum hevur verið í skannara.

- Tað er óvist enn, men helst er tað okkurt við meniskinum, og eg havi verið í skannara nú, sigurt Bartal Wardum við Portalin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Tað er óvist enn, men helst er tað okkurt við meniskinum, og eg havi verið í skannara nú, sigurt Bartal Wardum við Portalin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-06 11:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undan landsliðsúttøkini fyri tíggju døgum síðani var greitt, at nógvir spælarar ikki vóru tøkir vegna skaðar. Harímillum teljast heilt fastir menn seinastu árini sum Odmar Færø, Sølvi Vatnhamar, Jóannes Bjartalíð og Jákup Biskopstø Andreasen.

Samanlagt var talan um eitt heilt lið. Tað gjørdist eisini greitt, at Páll Andrasson Klettskarð, nú hann hevði fingið landsliðsboð, hevði sagt nei, og at Teitur Matras Gestsson ikki kom við vegna endaligar próvtøkur.

Síðani landsliðsúttøkuna eru eisini fleiri avboð komin: Brandur Hendriksson Olsen hevði tørv á einum steðgi frá fótbólti, Mattias Lamhauge er framvegis eitt sindur darvaður av økslini, og Andrias Edmundsson hevur givið avboð av øðrum orsøkum - meira um tað seinni.

Sí eisini: Bartal, Andrias og Mattias geva avboð til landsliðið

Hjá Bartali Wardum er talan um skaða. Hjá HB'aranum er tó ein ávís óvissa. Bartal hevur verið ógvuliga umráðandi partur av liðnum í ár, men sterki miðverjin var ikki við móti NSÍ sunnudagin. 

Orsøkin er at knæðið darvar 27-ára gamla miðverjan. Tað hevur tað gjørt í pørtum av seinastu árunum. Bartal Wardum sigur við Portalin í dag, at teir vita ikki heilt, hvat er galið. 

- Tað er helst meniskurin. Nú havi eg verið í skannaranum, og so fáa vit at síggja skjótt, hvat tað er.

[object Object]
Bartal Wardum í hansara triðja A-landsdysti - móti Liktinstein í mars (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

[object Object]Bartal og HB eru í oddastríðið við Víking og Arnbjørn Svensson - spurningurin er, um Bartal Wardum fer at missa týðandi dystir nú. Hann er ein av mongu miðverjunum, sum ikki er tøkur til dystirnar í Baltic Cup. Harvið er møguligt, at Arnbjørn fær seg royndan har (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað hevði verið upplagt hjá Bartali at roynt seg í Baltic Cup. Hann hevur havt sterk avrik í 2024. Verjuspælarin hevur tríggjar A-landsdystir á baki - dysturin móti Liktinstein í mars var hansara fyrsti síðani teir báðir í 2020. Nógvir miðverjar eru úti nú, so Bartal Wardum hevði í øllum førum byrjað inni í øðrum av dystunum.

HB er eisini í einum oddastríði og hevur KÍ á skránni 23. juni og oddabrak í Sarpugerði 4. juli, áðrenn Conferenced League byrjar. Tað er ein smeitur fyri Adolfo Sormani, um hann ikki hevur Bartal Wardum tøkan til næsta tíðarskeiðið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder