Fótbóltur

Brandur Olsen givið avboð og Aron Ellingsgaard boðsendur

Beint nú havi eg brúk fyri einum steðgi frá fótbóltinum, og samstundis gleði eg meg til nakrar frídagar heima í Skálavík, sigur Brandur Hendriksson Olsen. Ungur víkingur ístaðin við á fyrsta sinni.

– Eg eri ikki skaddur, og havi tað sum heild gott, sigur Brandur við fsf.fo. Skálvíkingurin hevur tó tørv á einum steðgi er metingin  (Savnsmynd: Sverri Egholm)

– Eg eri ikki skaddur, og havi tað sum heild gott, sigur Brandur við fsf.fo. Skálvíkingurin hevur tó tørv á einum steðgi er metingin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-31 11:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Brandur Hendriksson Olsen hevur givið avboð til dystirnar í Baltic Cup. Í staðin hevur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson sent boð eftir Aroni Jarnskor Ellingsgaard úr Víkingi.

– Eg eri ikki skaddur, og havi tað sum heild gott. Men sæð í ljósinum av, at eg havi havt tveir álvarsamar knæskaðar, sum hava verið drúgvir at komið ígjøgnum, so merki eg at kroppurin hevur brúk fyri einum lítlum steðgi. Tað er einfalda orsøkin til, at eg havi givið avboð til landsliðið hesaferð.

Miðvallarin hjá Fredrikstad er lyklaspælari á landsliðnum.

– Annars vil eg siga, at eg elski landsliðið, og njóti altíð hvørja løtu, sum eg havi saman við spælarunum og øllum rundan um liðið. Men beint nú havi eg brúk fyri einum steðgi frá fótbóltinum, og samstundis gleði eg meg til nakrar frídagar heima í Skálavík, sigur Brandur Hendriksson Olsen við heimasíðuna hjá FSF.

Sum avloysara fyri Brand, hevur Håkan Ericson, landsliðsvenjari hjá monnum úttikið Aron Jarnskor Ellingsgaard úr Víkingi. Aron hevur ikki verið partur av A-landsliðnum áður, men er skrásettur fyri fýra U21-landsdystir.

[object Object]Aron Ellingsgaard her í dysti móti HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Føroyski landsliðshópurin samlast týsdagin til venjing á Svangaskarði, og mikumorgunin verður kósin sett móti Estlandi. Fyrri dysturin í Baltic Cup verður í Tallinn í Estlandi leygardagin 8. juni, og týsdagin 11. juni skulu Føroyar spæla ímóti annaðhvørt Lettlandi ella Litava.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder