Annað

Andrias Mellemgaard setti persónlig met og svam seg til gullnál

Við tíðini í 100 metra bringusvimjing leygarmorgunin endaði havnarmaðurin á javnsettum 2. plássi í sínu aldursbólki til European Para Youth Games í Istanbul.

2025-07-27 17:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hesa vikuna hevur Andrias Mellemgaard úr Havnar Svimjifelag verið í Istanbul, har hann hevur kappast í European Para Youth Games (EPYG) – heimsins størstu para ungdómskapping.

Sí eisini: Andrias Mellemgaard klárur til EPYG í Istanbul

Og Andrias fekk góð úrslit. Hann setti bæði persónligt met i 100 metrar frí - 1:13.65 (4.28 sekund betri enn undanfarna PM) - og í 100 metrar bringu. Her var tíðin 1:29.12, sum eru næstan sjey heil sekund betri enn gamla besta tíðin.

Við flotta avrikinum í bringusvimjingini í gjár, tryggjaði føroyski svimjarin sær eitt javnsett 2. pláss í sínum aldrusbólki fyri SB9.

[object Object]
Ein fegin Andrias Mellemgaard eftir góða úrslitið (Mynd: Parasport Føroyar)

Tíðin rakk eisini til eina talentnál, staðfestir Havnar Svimjifelag.

Í dag er ferðing heim til Føroyar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder