Annað

Andrias Mellemgaard klárur til EPYG í Istanbul

Har skal ungi svimjarin kappast í heimsins størstu para ungdómskapping..

Andrias Mellemgaard saman við venjara sínum úr Havnar Svimjifelag, Fríða Dam Lindberg (Mynd: Parasport Føroyar)

Andrias Mellemgaard saman við venjara sínum úr Havnar Svimjifelag, Fríða Dam Lindberg (Mynd: Parasport Føroyar)

2025-07-24 18:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hesa vikuna er Andrias Mellemgaard úr Havnar Svimjifelag í Istanbul, har hann um  skal kappast í European Para Youth Games (EPYG) – heimsins størstu para ungdómskapping.

Hetta skrivar Parasport Føroyar á Facebook-síðu í dag.

Kappingin byrjar í morgin, fríggjadagin 25. juli, og setanarhátíðin verður í kvøld.

- Andrias hevur fyrireikað seg væl, og tað verður spennandi at síggja hann ímóti nøkrum av bestu ungu parasvimjarunum í Europa.

Við á ferðini eru venjarin hjá Andriasi í HS, Fríði Dam Lindberg og ferðaleiðarin Tróndur Ravnsfjall frá Parasport.

EPYG er ein fleirítróttakapping, sum gevur ungum paraíðkarum møguleikan at royna seg, menna sínar førleikar og fáa íblástur til størri kappingar sum EM, HM og Paralympisku leikirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder