Hondbóltur

Annika skal spæla evropeiska finalu í dag

Nykøbing Falster vann seg í European League finaluna við sigri á Borussia Dortmund í brotskastskapping í gjár. Finalan móti Ikast byrjar klokkan 17.

Annika Fríðheim Petersen var á vøllinum eina løtu í gjár og hevði tvær bjargingar. Kappingarneytin Cecilie Greve gjørdist hetjan og bjargaði trimum brotskøstum (Mynd: Sverri Egholm)

Annika Fríðheim Petersen var á vøllinum eina løtu í gjár og hevði tvær bjargingar. Kappingarneytin Cecilie Greve gjørdist hetjan og bjargaði trimum brotskøstum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-05-14 13:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld kann Annika Fríðheim Petersen gerast fyrsti føroyingur, ið er við til at vinna eina evropeiska finalu í kapping hjá EHF fyri lið. Nykøbing Falster Håndbold vann seg í gjár í finaluna í European League. Hetta var við hálvfinalusigri á Borussia 09 Dortmund, har neyðugt var við brotskøstum fyri at finna vinnaran.

Tað stóð á jøvnum 29-29 eftir vanliga leiktíð og 32-32 eftir longda leiktíð. Harvið varð neyðugt við brotskøstum og har skoraði NFH tríggjar ferðir og Borussia 09 Dortmund bert eina ferð.

Cecilie Greve gjørdist hetjan og bjargaði trimum brotskøstum. Hon spældi eisini væl í dystinum og bjargaði næstan ein triðing av skotinum, sum komu ímóti sær. Harvið vísti Greve, hví hon hevur hildið føroyska landsliðsmálverjanum úti tað mesta av kappingarárinum, men Annika var eisini á vøllinum í gjár og gjørdi mun. Hoyvíkskvinnan er skrásett fyri tvær bjargingar í hálvfinaluni.

Sí dómaraseðil her

Annika Fríðheim Petersen skiftir í summar til Follo, sum skal spæla í bestu norsku deildini, fyri millum annað at fáa meira fasta spælitíð. Áðrenn hevur hon íhvussu er ein risastóran dyst eftir fyri Nykøbing Falster.

Í dag klokkan 17 í Graz í Eysturríki. Har verður "danafinalan" í evropeisku kappingini. Ikast Håndbold endaði beint omanfyri NFH í grundspælinum í donsku deildini og hevur vunnið allan innanhýsis dystirnar hetta kappingarárið. Ikast er harvið favorittur til finaluna, sum kann síggjast á Viaplay.

European League er næststerkasta evropeiska kappingin hjá EHF. Champions League er eitt stig hægri, og European Cup, har kvinnurnar hjá H71 hava staðið seg væl tvey tey seinastu árini, er eitt undir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder