Í gjár var árligi aðalfundurin hjá Róðrarsambandinum.
– Feløgini vóru væl møtt til fundin, og tað gleðir okkum, at nevndin í sambandinum aftur er fullmannað, aftaná fleiri ár við ov fáum nevndarlimum at lyfta uppgávunum, sum krevjast til slík nevndarstørv, skrivar Róðrarsambandið í tíðindaskrivi.
Annika V. Dalsgarð var afturvald sum forkvinna. Elsa Magnussen, verandi næstforkvinna stóð ikki fyri vali, og heldur hon tískil framm í nevndini. Irena Nolsø valdi ikki at stilla uppaftur, men játtar seg sum tiltakslim komandi skeiðið.
Nývaldir nevndarlimir eru Rógvi Kærbech, Jakup Joensen, Hugo Skorastein, og Petur Hansen.
Í dómsnevndina eru eisini tveir nývaldir limir fyri Hans David Hansen, og Steinfinnur Mittlelstein, sum hava verið knýttir at Róðrarsambandinum í fleiri ár og valdu ikki at stilla uppaftur.
Nýggir limir í dómsnevndini eru Jórun Høgnesen, og Sunnrid Traðará. Umframt tær báðar situr Óla Hendrik av Fløtum í dómsnevndini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald