Fótbóltur

Argentina fyri sættu ferð

Og Messi er nú ein sigur frá at vinna HM fyri fyrstu ferð. Metmaðurin og Alvarez vóru avgerandi, og Argentina var sannførandi móti Kroatia.

Lionel Messi skoraði sítt HM-mál nummar ellivu, og tað er argentinskt met. Hann legði eisini upp til 3-0 máli í stórum stíli (Mynd: EPA)

Lionel Messi skoraði sítt HM-mál nummar ellivu, og tað er argentinskt met. Hann legði eisini upp til 3-0 máli í stórum stíli (Mynd: EPA)

2022-12-13 21:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógv høvdu helst spátt hálvfinaluna í kvøld at fara í longda leiktíð og helst eisini brotssparkskapping, men kroatar høvdu ikki meira í sær - ella íhvussu er ikki eins nógv sum argentinar, ið høvdu bóltin væl minni, men vóru vælskipaðir og so eitrandi tá teir fóru avstað við bóltinum. 

Eftir eina varna byrjan kom lív í dystin um miðjan fyrra hálvleik, og dysturin bylgjaði aftur og fram. Kroatar sóu væl út við bóltinum, men megnaðu ikki at skapa upplagdar málmøguleikar - høvdu einki skot á mál fyri steðgin - men argentinar fingu nakað burturúr, tá teir fingu pláss. 

Tá 33 minuttir vóru leiktir varð Julian Alvarez sendir avstað. Lovren fylgdi ikki við, Manchester City-áleyparin kom ein ímóti einum við Livakovic, prikaði bóltin framvið málverjanum og fór so umkoll. Livakovic tyktist ikki at royna at fella Alvarez, men brotsspark var, og kroatiski málverjin, ið var ein hetja í brotssparkskappingunum í síðstu, hevði ongan møguleika, tí Lionel Messi smekkaði bóltin uppundir nettakið. Harvið er hann einsamallur HM metmálskjútti hjá Argentina við ellivu málum (spælt 25 dystir í fimm ymiskum endaspølum) - Gabriel Batistuta skoraði tíggju mál í 13 dystum.

Kroatia royndi at svara aftur, men fimm minuttir eftir 1-0 málið varð liðið av Balkan revsað eftir eitt hornaspark. Messi fekk prikað bóltin víðari til Alvarez, ið var staddur við miðkringin, beint sum hann varð feldur, og so fór Alvarez til stroks beinleiðs móti málinum. 22-ára gamli áleyparin var heldur heppin, tí bólturin fór tvær ferðir umvegis eitt koratiskt bein, tá hann dribblaði, men aftur: Ein móti einum við Livakovic og Alvarez lyfti bóltin í kroatiska málið til 2-0.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Tann ungi og heldur óroyndi í landsliðshøpi og tann 35-ára gamla legendan - Alvarez og Messi stóðu fyri argentisku málunum í kvøld (Myndir: EPA)

Luftin fór eitt sindur úr Kroatia og dystinum. Tað gjørdist ongantíð heilt spennandi - til tað manglaðu kroatar megi og spælararnir sum kundu skorað, og til tað vóru argentinar ov stinnir uttan bólt. Martinez hevði lítið og einki at gera í málinun, men tók tað sum var, Otamendi stýrdi aftur væl í verjuni, teir fýra á miðvøllinum arbeiddu gróthart, og so stórðu tveir teir fremstu fyri einum framúr máli til 3-0 miðskeiðis í seinna hálvleiki.

Messi fekk bóltin beint við síðulinjuna til høgru, stutt inni á kroatisku hálvuni. Josko Gvardiol var á honum, og tað var 20-ára gamli miðverjin allan vegin til baklinjuna - ella tað royndi hann - men nógv rósti og eftirspurdi Gvardiol varð í roynd og veru settur tríggjar ferðir av 35-ára gamla gandakallinum, ið síðani legði bóltin útfrá til Alvarez, sum skoraði sítt fjórða mál í hesum endaspælinum.

Málið var ein staðfesting av muninum, og ein staðfesting av at Argentina væl og virðiliga hevur spælt seg í sína sættu HM-finalu nakrantíð. Messi hevði møguleikan í Brasil fyri átta árum síðani - sunnudagin fáa hann og liðfelagirnir møguleika at fáa heimsmeistaraheitið til Argentina fyri triðju ferð í søguni. Kroatia kann leygardagin fáa HM-bronsu fyri aðru ferð, og tað verður allarhelst síðsti HM-dystur hjá Luka Modric. 

[object Object]

[object Object]
Myndir: EPA

HM-fjórðingsfinalur 


Í dag, týsdagin 13.12:
Argentina - Kroatia 3-0 (2-0)
34' Lionel Messi (br.) 1-0
39' Julian Alvarez 2-0
69' Lionel Messi 3-0

Í morgin, mikudagin 14.12
Frakland - Marokko 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder