Fótbóltur

Argentina og Brasil dystast um finalupláss í nátt

Suðuramerikonsku risarnir hittast til brak í Belo Horizonte.

Liðfelagarnir úr Manchester City, Gabriel Jesus og Nicholas Otamendi, skulu í nátt dystast í hálvfinaluni

Liðfelagarnir úr Manchester City, Gabriel Jesus og Nicholas Otamendi, skulu í nátt dystast í hálvfinaluni

2019-07-02 14:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bert fýra lið eru nú eftir í Copa America, og finalistarnir skulu heilt skjótt finnast. Hósnáttina dystast Kili og Peru. Har er Kili, ið hevur vunnið kappingina tvær tær seinastu ferðirnar, favorittur. Bæði hesi liðini vunnu sínar fjórðingsfinalur við brotssparkskapping eftir 120 minuttir uttan mál. Tað gjørdi vertstjóðin eisini, og brasilumenn spæla í kvøld um at koma í finaluna ímóti arvafíggindanum Argentina, ið var einasta landið sum fekk mál í fjórðingsfinalunum. 

Brasil og Argentina. Hesar stóru fótbóltstjóðurnar hava leingi borgað fyri nógvari góðsku, og nakrir av heimsins allarbestu fótbóltsleikarunum ígjøgnum tíðina eru komnir úr hesum londum: Pelé, Ronaldo, Maradona og Messi eru nøkur av størstu nøvnunum. Í nátt verður ein av hesum, Lionel Messi, á vøllinum fyri Argentina. Hann hevur bert skorað eitt mál í kappingini higartil - tað var eitt brotsspark - og úrmælingurin roynir nú at vinna sítt fyrsta stóra heiti við Argentina. Tvær tær seinastu Copa America kappingarnar hevur Argentina tapt finaluna eftir brotssparkskapping ímóti Kili.

Mest vinnandi liðið í HM-søguni hevur ikki verið í hálvfinaluni í Copa America síðani í 2007. Tá vann Brasil sítt áttanda heitið - Argentina hevur vunnið 14 ferðir, Uruguay er mest vinnandi við 15 heitum. Seinastu tríggjar kappingarnar hevur Brasil verið sligið út av Paraguay í fjórðingsfinaluni eftir brotsspørk tvær ferðir og úr bólkaspælinum einaferð. Nú er stundin at koma aftur í finaluna. Heimavøllurin er har, Brasil hevur einki mál latið inn í kappingini, og er favorittur ímóti Argentina, sum tó er komið í gongd eftir eina trivlandi byrjan.

Lagt er upp til sera spenanndi uppgerð í nátt. Fyrsta bríksl í Belo Horizonte er klokkan 01.30.

Hálvfinalurnar í Copa America
Í nátt (03.07) kl. 01.30:
Brasil - Argentina

Hósdagin (04.07) kl.01.30:
Kili - Peru



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder