AB sum fyrr í dag kunngjørdi, at royndu leikararnir Jobin Drangastein og Mikkjal T. Hentze verða við næsta kappingarár, boða í kvøld frá enn einum nýggjum sáttmála.
Hesaferð við ein argentinskan áleypara. Navnið er Agustín Marsico, og hann hevur skrivað undir við argjamenn fyri kappingarárið 2022.
Agustín, sum er 24 ára gamal, hevur royndarvant síðstu vikuna og spælt við í venjingardystum ímóti B68 og EB/Streymi. Talan er um ein kvikan leikara við góðum, tekniskum eginleikum, sigur AB.
Argentinin hevur spælt við Naples United í Florida í USA, áðrenn hann nú er komin hendan vegin og á Argir at royna seg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald