Fótbóltur

Argja Bóltfelag fær umhvørvisvinarligan fótbóltsvøll

Sáttmáli um umhvørvisvinarligan graslíkisvøll er undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og Pf. Føroya Møblasølu.

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-03-23 19:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tórshavnar kommuna og Pf. Føroya Møblasøla skrivaðu í vikuni undir sáttmála um veiting av nýggjum graslíkisvølli til vøllin inni í Vika á Argjum – heimavøllin hjá Argja Bóltfelag.

Talan er um ein vøll av slagnum Domo, ið er eitt niðurlendskt merki, og sum nakað nýtt í Tórshavnar kommunu, er talan um ein vøll, ið umframt sand, hevur børk sum ífyllu, og er tað betri fyri umhvørvið enn gummigranulat, ið vanliga hevur verið brúkt, skrivar kommunan á heimasíðuni.

Umframt nýtt graslíki og stoytdoyvingarlag er eisini ætlanin at flyta vøllin, so hann lýkur galdandi krøv í vallarreglugerðini, umframt eisini at flyta girðing og hegn á norðaru langsíðu.

Kommunan skrivar, at sjálvt arbeiðið við at leggja nýggja graslíkið verður gjørt um mánaðarskiftið mai/juni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder