07 Vestur hevur júst gjørt sáttmála við Ára Arge. Hesum boðar felagið frá í tíðindaskrivi.
19 ára gamli verjuleikarin verður sostatt fyrsti leikarin hjá nýggja høvuðsvenjaranum, Michael Schønberg.
Ári Arge flytir vestur eftir eitt gott kappingarár í EB/Streymi. Hann er upprunaliga úr HB, men fekk sínar fyrstu dystir í Betri Deildini fyrraárið, tá hann varð leigaður til AB. Fyri AB spældi hann nær um hvønn dyst eftir summarsteðgin, og í fjør gekk leiðin so til EB/Streym, eisini uppá leiguavtalu við HB, har hann varð ímillum stuðulsleikararnar og spældi næstan hvønn dyst. Hesi tvey árini eru tað so blivið til 36 dystir í Betri Deildini og tríggjar í steypakappingini.
07 Vestur hevur gjørt leiguavtalu við HB, og Ári er longu byrjaður at venja við nýggju liðfeløgunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald