Fótbóltur

Arnbjørn í Belfast: - Vit tapa kanska dystin í báðum brotsteigunum

- Eg skal ikki kasta áleypararnar undir bussin, tí málini hjá Linfield eru nokso býtt...men okkum vantar góðsku í løtum. Arnbjørn Svensson setur eisini orð á Atla Gregersen, sum hann ikki longur skal spæla saman við.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-08-14 23:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Víkingur var á odda 2-1 undan seinna dystinum móti Linfield, men norðurírska liðið vísti nakað av góðsku í kvøld, meðan víkingarnir ikki vóru nóg hvassir - í øllum førum ikki við brotsteigarnar.

Hetta helt Arnbjørn Svensson, sum Rúni á Reynatrøð tosaði við eftir 2-0 tapið í Beldfast. 

Tosað varð eisini við Gert Hansen, sum í kvøld stóð á odda hjá Víkingi

Miðverjin var annars nøgdir við fleiri ting, og til seinast í samrøðuni rósti Arnbjørn miðverjumakkaranum Atla Gregersen, sum nú gevst.

- Hann er ein, sum man altíð hevur fingið lena seg upp at.

Hoyr samørðuna omanfyri

[object Object]

Sí fleiri myndir úr Belfast her

Conference League 3. umfar, seinni dysturin
Hósdagin 14. august
Linfield (NÍR)
 - Víkingur 2-0 (2-0) 3-2 samanlagt
22' Kieran Offord 1-0
39' Sjálvmál (Ari Olsen) 2-0

Meira um dystin sæst her

Sí eisini: Bæði føroysku feløgini fullu í 3. umfari

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder