Fótbóltur

Árni Frederiksberg er aftur á landsliðnum

Hetta eftir steðg í fimm ár. Geza David Turi er nú landsliðsspælari, meðan pláss heldur ikki var fyri Klæmint Andrasson Olsen, Jóan Símun Edmundsson og Sølva Vatnhamar.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2025-03-10 10:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Til tíðindafundin á Tórsvølli í morgun er Árni Frederiksberg. Tað er ikki í ørindum fyri Kjølbro Heilsølu, men tað er tí, at Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava fingið Evropa-metmálskjúttan á landsliðið aftur. 

Árni hevur sjálvur staðfest síðani 2020, at hann ikki er tøkur til hetta. Men nú er hann til reiðar aftur eftir nakað av umhugsunartíð.

Geza David Turi er nú tøkur fyri landsliðið, eftir at passið er komið uppá pláss. Hann hevur nakað serstakt, staðfestir Eyðun Klakstein, ið er ógvuliga fegin at hava miðvallaran við.

Jóannes Bjartalíð er skaddur, Jákup Biskopstø Andreasen er júst komin aftur frá skaða, og so eru tað nakrir royndir spælarar, ið eru frávaldir.

Talan er um áleypararnar Klæmint Andrasson Olsen og Jóan Símun Edmundsson, sum heldur ikki vóru við í november, og nú er Sølvi Vatnhamar eisini á hesum "listanum". 

Tað er eisini áhugavert, at bert ein nátúrligur vinstri bakkur er við, og hann spælir í miðverjuni hjá HB. Menn sum Daniel Johansen og Ári Mohr Jónsson kundu væl hugsast til plássið sum vinstri vongbakkur, men teir eru so ikki við. 

Hópurin, sum Eyðun Klakstein júst hevur kunngjørt til fyrstu uppgávurnar í undankappingini til HM 2026

Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia
Ari í Haraldsstovu Petersen, 07 Vestur *

Verjuspælarar:
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Samuel Johansen Chukwudi, SJK Seinajoki (Finnland) *
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur

Miðvallarar:
Hallur Hansson, KÍ Klaksvík 
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Noah Mneney, HB (leigaður úr FK Bryne) 
Hanus Sørensen, NK Celje (Slovenia)
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Geza David Turi, Geza David Turi *
Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík
Poul Kallsberg, Víkingur 
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík *

Framherjar:
Meinhard Egilsson Olsen, Kolding IF (Danmark)
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ 

* Við í mun til seinast

1. umfar, leygardagin 22. mars
Kekkia - Føroyar

2. umfar, týsdagin 25. mars
Montenegro - Føroyar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder