Dagurin í dag er ein av teimum garvillu í fótbólti, nevniliga lokadagurin har møguleiki er hjá spælarum at skifta feløg.
Flytingargluggin letur aftur í kvøld.
Í Onglandi er tað júst kunngjørt, at Arsenal hevur styrkt seg við einum miðvallara úr Barcelona.
Hóast tað er í verjupartinum at tað hevur haltað hjá Arsenal í seinastuni orsaka av nógvum skaddum spælarum, so hevur felagið í dag gjørt avtalu um at læna miðvallaleikaran Denis Suarez úr Barcelona.
Denis Suarez er 25 ára gamal og hevur spælt 46 dystir fyri besta felagið hjá Barcelona. Hann kom til katalanska felagið úr Villareal í 2016. Undan tí hevði hann eisini sáttmála við Barcelona. Eitt skifti sum ungur, varð hann leigaður út til Sevilla, og tá hevði hann núverandi venjaran hjá Arsenal, Unai Emery, sum venjara.
Fyribils er gjørd avtala um, at Suarez spælir við Arsenal restina av hesum kappingarárinum.
Martial leingir við United
Roknað verður við, at nógvir nýggir sáttmálar verða gjørdir áðrenn flytingargluggin letur aftur í kvøld.
Mest umrøddi sáttmálin her seinnapartin er tó tann, at Manchester United hevur longt við 23 ára gamla franska áleyparan Anthony Martial, so hesin verður knýttur til felagið í fimm ár afturat. Martial kom til United í 2015, og hevur ikki verið fyrsta val í álopinum, og tí hava søgur gingið um, at hann skuldi vera á veg til annað felag. Anthony Martial hevur skorað 46 mál í 162 dystum fyri United.
Anthony Martial (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald