30. Umfar í Premier League byrjaði fríggjakvøldið, tá tveir dystir vóru leiktir. Southampton vann ein tryggan 3-0 sigur á útivølli ímóti Norwich, við málum frá Danny Ings, Stuart Armstrong og Nathan Redmond.
Í London leiktu Tottenham og Manchester United javnleik. Tað var Steven Bergwijn ið legði Tottemham á odda í fyrra hálvleiki, áðrenn Bruno Fernandes níggju minuttir fyri tíð javnaði uppá brotsspark til endaliga úrsliti 1-1.
Í dag vóru fýra dystir á skránni. Tann fyrsti dysturin ímillum Watford og Leicester endaði við javnleiki 1-1.
Arsenal hevur fingið eina ringa byrjan eftir korona steðgin. Mikukvøldið taptu teir 3-0 á útivølli ímóti Manchester City, meðan teir í dag taptu 2-1 tá Brighton tók ímóti teimum.
Tað var annars Arsenal sum legði seg á odda við málið frá Nicolas Pepe í 68. minutti, men bert sjey minuttir seinni javnaði Lewis Dunk fyri Brighton. Tað avgerandi málið kom ikki fyrr enn fimm minuttir vóru farnir av tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, tá Neal Maupay skoraði til 2-1. Arsenal málverjin Bernd Leno var óheppin í dystinum tá hann lendi skeivt og fekk ein skaða í fótin og mátti berast av vøllinum, tá 35 minuttir vóru leiktir. Nógv týðir uppá at Arsenal má vera Leno fyri uttan tær næstu vikurnar.
Seinni í kvøld eru tveir dystir á skránni, har West Ham tekur ímóti Wolves, meðan Bournemouth tekur ímóti Crystal Palace.
Sunndudagin eru tríggir dystir á skránni, har tað millum annað er grannauppgerð í Liverpool, tá Everton tekur ímóti Liverpool.
Premier League 30. Umfar
Norwich – Southampton 0 – 3
Tottenham – Manchester United 1 – 1
Watford – Leicester 1 – 1
Brighton – Arsenal 1 – 2
Leygarkvøldið 20.06
West Ham – Wolves
Bournmouth – Crystal Palace
Sunnudagin 21.06
Newcastle – Sheffield United
Aston Villa – Chelsea
Everton – Liverpool
Mánakvøldið 22.06
Manchester City – Burnley
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald