Fótbóltur

Arsenal og United gjørdu sær aftur fyri skommum

Solskjær og hansara menn spæla ikki í Champions League komandi ár, meðan Arsenal nú skal vinna Europa League. Chelsea tryggjaði sær luttøku í dag.

Stór spurnartekin hava verið sett við Solskjær og hansara leikarar seinastu vikurnar - í dag rakti liðið botnin í Huddersfield (Mynd: EPA)

Stór spurnartekin hava verið sett við Solskjær og hansara leikarar seinastu vikurnar - í dag rakti liðið botnin í Huddersfield (Mynd: EPA)

2019-05-05 21:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir eitt ár í Europa League skal Chelsea aftur spæla Champions League-fótbólt komandi ár. Hetta er greitt, eftir at liðið hjá Sarri vann tryggan 3-0 sigur á Watford í dag, og eftir at allir kappingarneytarnir mistu stig í vikuskiftinum.

Tottenham tapti í gjár 1-0 móti Bournemouth, eftir at bæði Son og Foyth fingu beinleiðis reytt kort. Seinastu 11 dystirnar í Premier League hevur Tottenham bert vunnið tríggar, men av tí at formurin hjá Arsenal og United eisini hevur verið ræðuligur seinastu dystirnar, fer liðið hjá Pochettino allarhelst at spæla í Champions League aftur. 

Arsenal kann so at siga ikki hótta grannarnar úr London meira. Aubameyang legði annars heimaliðið á odda í dag við brotssparkið móti Brighton, ið einki hevði at spæla fyri. Men hóast yvrvág til heimaliðið javnaði Glenn Murray við brotssparkið í 2. hálvleiki. Møguleikin fyri at fáa Tottenham aftur er nú ógvuliga lítil. Tottenham skal tapa móti Everton, og Arsenal skal vinna á Burnley í seinasta umfari. Samstundis skal liðið hjá Emery innheinta átta mál, og sostatt er tað ígjøgnum Europa League, at Arsenal hevur best møguleika at náa Champions League komandi ár. Arsenal vann 3-1 á Valencia á heimavølli í fyrru hálvfinaluni í vikuni, men hevur ikki vunnið seinastu fýra dystirnar í Premier League.

[object Object]
(Arsenal tveitt singurin burtur á heimavølli móti Brighton í dag - Mynd: EPA)

Tað hevur United heldur ikki. Formurin hjá stórfelagnum er fullkomilga vendur, eftir at frálíka byrjanin hjá Solskjær fekk liðið við í topp-fýra stríðið og víðari í Champions League. Nú er alt farið fyri skeytið og tað við einum brakið. Í dag megnaði United at missa stig móti Huddersfield. Liðið flutti niður fyri langari tíð síðani og hevur bert 15 stig. Seinasta stigið Huddersfield fekk, var 26. februar, men hesaferð glapp. Besti leikarin hjá Manchester United, Scott McTominay, legði tíðliga útiliðið á odda, men í 2. hálvleiki javnaði Huddersfield, og talan var um enn eitt flatt og vánaligt avrik hjá United. Liðið hjá Solskjær kann nú hægst koma upp á 5. plássið og skal spæla í Europa League komandi ár. 

Eftir dystin í dag fingu leikararnir, sera hørð orð við frá millum annað Gary Neville. Ole Gunnar Solkskjær segði eftir Everton-dystin á páskum, at fleiri av núverandi leikarunum ikki vera við framyvir, og hann halvgum staðfesti hetta á tíðindafundinum í dag, har hann eisini segði, at United ikki hevði uppiborið betri enn eitt 6. pláss, og at talan var um eitt mentalt rakt og troytt lið.  

Liverpool stríddi seg í gjár til 3-2 sigur á útivølli móti Newcastle í gjárkvøldið, og nú er trýstið aftur á Manchester City, ið tekur ímóti Leicester í annaðkvøld í seinasta dystinum í 37. og næstseiansta umfarinum: 

Úrslitini í Premier League í dag: 
Chelsea - Watford 3-0 (0-0)
Huddersfield - Manchester United 1-1 (0-1)
Arsenal - Brighton 1-1 (1-0)

Støðan í oddinum eftir 37 umfør:
Liverpool 94
Manchester City 92 *
Chelsea 71
Tottenham 70
Arsenal 67
Manchester United 65

*Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder